Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini í Havn
--------
Øgiligt hurlumhey, ið stóðst av staðseting av einum fótbóltsvølli.
Tað stutta av tí langa er, at í býarætlanini er pláss lagt av til ein fótbóltsvøll við Skúlan við Løgmannabreyt.
Enn hava ongar ítøkiligar ætlanir verið um at gera vøllin, men trýstið á vøllirnar í Gundadali og á Argjum verður alsamt størri, og tað aktualiserar spurningin um fleiri møguleikar.
Her kemur staðsetingin av vøllinum í Hoyvíkshaga til orðaskiftis. Summi halda, at ov vindhart og trongt er har, sum øki er lagt av, og víst verður á annað øki í Dalinum Langa niðan frá Hoyvíkar skúla.
Tann staðsetingin er heldur ikki uttan ivamál, tí tað økið er lagt sum ein grønur geiri eystanfyri seinastu útstykkingarnar í Hoyvíkshaga.
Grønu og óbygdu geirarnir úr Sandá í suðri til Dalin langa og Langadal í eystri eru í býarætlanini mettir umráðandi fyri fólksins trivnað og vælveru.
So støðan í hesum málinum kann, hvussu tú vendir tí, leggjast út sum í orðatakinum: Skeri eg teg her, so missi eg teg har.
Kanska hevur málið ikki sama skund, sum býráðslimir hava havt at skriva seinastu dagarnar.
Um ikki so langa tíð verður graslíki lagt á Tórsvøll. Tað merkir, at í Gundadali verða nógv fleiri vallartímar tøkir til feløgini, sum halda til har.
Kortini skerst ikki burtur, at bæði býarskipanarliga, trivnaðarliga og ítróttaliga er tað uttan iva skilagott í framtíðini at gera ein fótbóltsvøll í Hoyvík.
Sum er hevur høvuðsstaðurin nógv minni vallarkapasitet enn flestu bygdir, ið luttaka í fótbóltskappingunum.
Fylgja vit ikki nøkurlunda við her, kann tað skjótt elva til, at fótbóltsmenningin í Havnar kommunu steðgar.
Tað vil ongin hava sitandi á sær.