Týskvøldið vann Stjørnan greitt á StÍF og mikukvøldið vann VÍF eitt sindur óvæntað á Neistanum. VB og Tjaldur spæla ikki sín dyst í tí umfarinum fyrr enn mitt í næsta mánaði.
Í vikuni hevur nógv fokus verið á dystinum millum Tjaldur og Stjørnuna, sum Tjaldri vildi hava fluttan, men nú er greitt, at dysturin verður í dag, sum ætlað klokkan 15.
Síðstu tríggjar ferðirnar, liðini hava spælt, hevur Stjørnan vunnið, og nú Tjaldur ikki hevur allar spælararnar tøkar, er Stjørnan favorittur at vinna fjórðu ferð við.
Hinir báðir dystirnir í Sunset-kappingini eru klokkan 14.30. Á heimavølli skal Neistin royna at reisa seg ímóti VB, ið vil hava stig, so liðið ikki dettur ov langt aftur um VÍF.
Vestmannakvinnur skulu í sínum lagi á útivølli royna seg ímóti StÍF, ið somuleiðis vil vísa, at liðið er betur enn avsmurningurin ímóti Stjørnuni.