Skerdir veiðimøguleikar í ES-sjógvi

Fiskiveiðisamráðingar millum Føroyar og ES vóru í Havn 2. og 3. desember. Í stuttum kann sigast, at partarnir samdust um at gera eina fiskiveiðiavtalu fyri 2005, sum er á einum lægri støði enn árini frammanundan. Nýggja avtalan byggir á vánaligu støðuna hjá ávísum fiskastovnum. Avtalan millum Føroyar og ES hevur annars verið á sama støði í fleiri ár

Fiskiveiðiavtala

Í nýggju avtaluni fáa Føroyar eitt nú kvotur av svartkjafti, ídnaðarfiski og makreli í ES-sjógvi og kvotur av rækju, lodnu og svartkalva í grønlendskum sjógvi.
ES fiskar sum heild bert ein lítlan part av sínum kvotum í føroyskum sjógvi. Av upsa og svartkjafti verður um helvtin av teirra kvotu fiskað. Tey 500 tonsini av toski og hýsu, sum ES fær hjá okkum, verða fiskað. Kvotan av blálongu og longu undir einum, ið eisini fevnir um stinglaks og langasporl, verður eisini gagnnýtt um enn ikki til fulnar.
Eftir samráðingarnar, ásannar Fiskimálaráðið, at stovnarnir av ídnaðarfiski í Norðsjónum ? hvítingsbróður og nebbasild ? eru sera illa fyri. Noreg og ES sum strandarlond hava tí tikið avgerð um ikki at fiska hvítingsbróður í 2005 og at skerja fiskiskapin eftir nebbasild niður í at kalla onki. Tó at Føroyar í mong ár hava havt javnt stórar kvotur av ídnaðarfiski og rossamakreli, hevur lítið verið fiskað av hesum kvotum, eitt nú tí, at fiskiskapurin eftir nebbasild hevur svikið.
- Lodnustovnurin í grønlendskum sjógvi er eisini illa fyri. Tí hevur Grønland ikki lodnu at lata ES í komandi ári.
Fiskimálaráðið sigur, at hesar umstøður gjørdu, at tað ikki var møguligt hjá ES at lata Føroyum kvotur av hesum fiska-sløg-unum í 2005.
- Men um kanningar á vári 2005 vísa, at grundarlag er fyri fiskiskapi eftir nebba-sild í Norðsjónum, verður møguligt hjá Føroyum at fáa kvotu ? ímóti, at ES fær veiðimøguleikar í føroyskum sjógvi afturfyri.
Føroyska kvotan av brislingi, sum annars hevur
verið roknað upp í ídnaðar--kvotuna, hækkar úr 4.000 tonsum upp í 6.000 tons. Av hesum kunnu 1.200 tons verða norðsjóvarsild sum hjáveiða. Føroyar hava frammanundan ikki havt kvotu av norðsjóvar-sild frá ES.
Sum avleiðing av niðurskurðunum av føroysku kvotunum frá ES, eru botnfiskakvotur hjá ES í føroyskum eisini sjógvi skerdar.
Fiskimálaráðið sigur, at kongafiska-kvotan hjá ES verður skerd úr 6.300 tonsum niður í 4.000 tons. Haraftrat verður kvotan av flatfiski og svartkalva skerd úr 1.000 tonsum niður í 600 tons, og henda kvotan fevnir nú ikki longur um svartkalva.
- Føroyar, ES og Noregi hava sum strandarlond fyrr í heyst gjørt avtalu um at lækka heildarkvotuna av makreli í 2005 við 23% samanborið við 2004. Sum avleiðing av hesum eru kvoturnar í nýggju avtaluni millum Føroyar og ES minkaðar samsvarandi.
Føroyar kunnu tó framhaldandi fiska ein týðandi part av síni strandar-landa-kvotu í ES sjógvi.
Við nýggju avtaluni, minka veiðimøguleikarnir hjá bæði Føroyum og ES við eini 2.700 tonsum, tá ið kvoturnar verða gjørdar upp í toskavirði, men sambært Fiskimálaráðnum hava Føroyar framhaldandi eina yvirvág í avtaluni upp á eini 13%.
Í føroysku samráðingarnevndini vóru Andras Kristiansen, deildarstjóri sum samráðingarleiðari,Ulla S. Wang, fulltrúi, Jens Helgi Toftum, fulltrúi, Martin Kruse, fulltrúi, Kaj P. Mortensen, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, Jákup Reinert, fiskifrøðingur, Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur, Jákup Sólstein, Bjarti Mohr, Niels Jacob Nielsen, Ólavur Joensen, Atli Hansen, Jóhan Joensen, Petur H. Jacobsen og Jógvan Norðbúð, allir umboðandi Føroya Reiðarafelag. Við vóru eisini Árni Olafsson, ráðgevi í føroyskum málum í danska uttan-ríkis-ráðnum og Bo Aaborn frá Færøernes Kommando.