Skerdir tvøramenn við Margáir

TB hevur framvegis ikki fingið sett nýggjan venjara. Tí verður Bill M. Jacobsen aftur við róðrið í dag.

 

Liðið er uttan málmannin Ivan Stojkovic, sum fekk reytt kort móti HB. Eisini sterki miðverjin, Babacar Ndiour, hevur leikbann, tí hann hevur fingið fim gul kort.

 

EB/Streymur hevði, fyri uttan Egil á Bø, fulla manning til seinnu hálvfinaluna í steypakappingini, sum teir vunnu samanlagt 3-2 á KÍ. Tí er líkt til, at EB/Streymur stillar við sterkastu manning í dag, tá TB kemur á vitjan.

 

EB/Streymur stríðist fyri at halda frástøðu niður til hini liðini, sum hvør í sínum lagi ætla sær heiðursmerki. Heimaliðið er stórur favorittur at vinna dystin.

 

Effo-deildin – 19. umfar:

HB – Víkingur: 15.00

EB/Streymur – TB: 15.00

07 Vestur – B36: 15.00

NSÍ – AB: 17.00 (Beinleiðis á Rás2)