Higartil hevur FC Suðuroy bara vunnið ein dyst og spælt tríggjar javnar, so tí hevur liðið bara seks stig á aftasta plássinum. Ein av javnleikunum var suðuri í Vági ímóti NSÍ, og ta ferðina fekk FC Suðuroy tryggjað sær eina stigið við brotssparki nógvar minuttir inn í yvirtíðina. NSÍ hevur hinvegin ikki ligið á latu síðuni síðstu dystirnar, men hevur vunnið seks á rað, og tí eru runavíkingar nú á næstfremsta plássi.
NSÍ hevur eisini allar sínar spælarar tøkar til dystin ímóti suðuroyarliðnum, sum verður spældur við Løkin í morgin klokkan 15. Einasta undantakið er Karoly Potemkin, sum hevur karantenu, men hann hevur heldur ikki verið so nógv við í ár.
– FC Suðuroy hevur fleiri góðar spælarar, so hetta verður eingin lættur dystur hjá okkum. Men vit eru klárir, og hóast fleiri hava verið upptiknir av A- og U21-landsliðnum, hava vit verið fullmannaðir til venjing hesa vikuna, sigur NSÍ-venjarin, Pauli Poulsen.
Ólíka verri sær út hjá FC Suðuroy, ið kemur til Runavíkar við skerdari verju. Karl Lisberg, sum plagar at spæla á høgra bakki, er skaddur, og neyvan verður Súni úr Hørg so mikið klárur, at hann fær spælt í miðverjuni.
– At vit mangla tveir mans í verjuni, kemur at ávirka spælið hjá okkum, tí vit noyðast helst at liggja tættir har afturi og so lúra upp á kontra. Men vit fara at royna at fáa eitt stig, tí alt munar hjá okkum, sigur Jón Pauli Olsen, venjari hjá FC Suðuroy.