Skerdir skálamenn til Havnar

Skála má klára seg uttan fleiri av sínum lyklaleikarum í dystinum ímóti B36, sum hinvegin er hampuliga væl fyri til dystin, ið fer at avgera annaðplássið

Venjarin hjá Skála, Johan Nielsen, má framvegis síggja burtur frá Paula Hansen, Arnhold Berg og Hanus Thorleifsson til dystin ímóti B36 sunnudagin, tá Skála skal royna at verja annaðplássið.
Pauli Hansen hevur havt eitt framúr gott kappingarár á miðvøllinum hjá Skála, og hann hevur eisini verið inni í landsliðshitanum. Hann er ein av lyklaspælarunum, sum ikki er tøkur ímóti B36. Hann fekk ein knæskaða í dystinum ímóti ÍF, og óvist er, nær hann verður klárur aftur.
Arnhold Berg hevur eisini havt eitt gott kappingarár í verjuni hjá Skála, men hann er eisini skaddur til komandi dyst. Hanus Thorleifsson er ein av teimum ungu og evnaríku skálamonnunum, sum hevur gjørt vart við seg, síðan Skála kom upp í 1. deild, men honum kann venjarin heldur ikki rokna við.
Venjarin Johan Nielsen ásannar, at Skála ikki hevur serliga breiðan hóp, og tí rakar tað serliga meint, tá ein leikari sum Pauli Hansen fellur frá. Skála hevur hinvegin einki leikbann.

B36 væl fyri
Frá seinasta dysti er bert ein leikari, sum ikki er tøkur hesuferð. Talan er um Niels Joensen, sum hevur verið rættiliga eyðsýndur á miðvøllinum hjá B36 í ár. Niels hevur leitað sær til Keypmannahavn í lestrarørindum, og hann verður tí ikki at síggja í hvíta búnanum komandi árini.
Arnbjørn Danielsen hevur verið skaddur síðan seinna UEFA-Cup dystin, og hann er framvegis skaddur. Jens Erik Rasmussen hevur ikki verið nógv at sæð á B36-liðnum í ár, og hann situr enn uttanfyri við skaða.
Hetta er ein rættiliga avgerandi dystur, ið stendur fyri framman. Skála er á øðrum plássi og B36 á triðja, tvey stig aftanfyri Skála. Heimaliðið er favorittur undan dystinum, men B36 hevur áður víst stórar veikleikar í Gundadali, og tí skal einki takast fyri givið.