Skerdir og trýstir sandoyingar

Stig skulu á kontina hjá B71, men tað verður enn eina ferð við einum skerdum hópi, at teir vitja hjá B36, sum stríðist fyri heiðursmerkjum

Fótbóltur

 

Stríðið um silvurmerkini í Formula-deildini er knallhart. Seinasta vikuskiftið datt B36 nakað niður í hesum stríðnum, og tað er nakað, sum teir vilja rætta uppá, tá teir sunnudagin taka ímóti B71.

Og B36 er eisini heilt hampuliga væl fyri undan dystinum. Í mun til seinast er Jákup á Borg komin aftur, eftir at hann sat uttan fyri við leikbanni, og eisini hevur Bergur Midjord vant í hesi vikuni, eftir at hann hevur drigist við vøddaskaða í búkinum.

Hinvegin er Klæmint Matras ikki tøkur sunnudagin, eftir at hann fekk reytt kort í tapinum í Runavík.

 

Skerdir sandoyingar

Hjá B71 kom tað illa við, at teir máttu úr Klaksvík uttan stig seinasta sunnudag, og tí er trýstið á teimum enn størri hesaferð, enn tað annars vildi verið.

Eftir leikbann seinast er Símin Hansen nú aftur tøkur, men tað eru tó aðrir spælarar, sum ikki eru við hesaferð. Bæði liðskiparin, Eirikur Poulsen, og óortodoski Gudmund Nielsen eru leikbannaðir, og tað er einki at ivast í, at hetta eru tveir spælarar, sum B71 illa kann vera fyriuttan, nú seinastu og avgerandi dystirnir standa fyri framman.