Hondbóltur
Einki er at ivast í, at spenningurin er stórur undan seinnu grannauppgerðini millum havnarliðini. Kyndil hevur í longum løtum av kappingarárinum verið flúgvandi, og millum annað gav hetta at bíta, tá teir í fyrru grannauppgerðini bukaðu neistamenninar bláar.
Hinvegin hevur Kyndil eisini víst sera óstøðugt spæl, og tá Neistin samstundis tykist vera í ferð við at reisa seg, so kann væl verða, at talan gerst um eina ógvuliga javna uppgerð.
Tað telur tó skeiva vegin hjá Neistanum, at teir helst mugu vera tveir av dyggastu stuðlunum fyriuttan. Damir Oros fekk reytt kort í dystinum móti H71 sunnudagin, so hann er í øllum førum ikki við. Hartil fekk Blagoje Buha vøddaskaða í sama dysti, so tað er mest sum óhugsandi, at hann verður førur fyri at spæla.
Undan mansdystinum verður talan um botndyst í bestu kvinnudeildini, tá Kyndil tekur ímóti Tjaldri. Bæði liðini hava seinastu vikurnar verið í eldinum fyri annað enn akkurát leikligu avrikini, men hesaferð kunnu tey so eftir øllum at døma savna tankarnar um tað, sum fyriferst á vøllinum.
Sunset kappingin
24.1118.30Kyndil ? TjaldurHartvig Joensen & Pole Hansen
Atlantic Aiwrays kappingin
24.1120.00Kyndil-NeistinHartvig Joensen & Pole Hansen