Skerdir meistarar taptu

Uttan útlendska stuðulin megnaði VB ikki at halda fast í StÍF, sum seinasta korterið avgjørdi dystin til egnan fyrimun

Hondbóltur

Sum tað framgongur aðrastaðni í blaðnum, so var upptaktin til dystin um vikuskiftið ikki tann besta hjá VB-kvinnunum. Óvissa um rættin hjá útlendsku leikarunum at taka lut í dystinum høvdu við sær, at Aukse Vysniaskaite og Asta Armonavicuite als ikki komu upp í hópin. Hartil er Daiva Toumaite framvegis ikki før fyri at spæla, og so mátti álitið setast á lokalu leikararnar. Eisini her var VB tó skert, tí Gurið Mortensen var valla meira enn hálv, tá hon við hovnum fóti steig inn á vøllin.

Sterk bakketa
Fittan tein av dystinum røktist kortini fyri, at VB kundi fáa nakað burturúr. Kontraálopini riggaðu kanska ikki so væl, sum tey oftani áður hava gjørt, men heimaliðið megnaði fyri tað mesta at halda fast um leiðsluna í dystinum.
Tað stóð tó eisini alla tíðina greitt, at um VB skuldi fáa stigini, so varð tað ikki uttan svørðslag. Sterka og vælvaksna bak-ketan hjá StÍF megnaði alla tíðina at leggja trýst á VB-málið, og fyri tað nógva sótu skotini eisini soleiðis, sum tey eiga. Alina Olaru var ikki við á liðnum hjá StÍF, men í hennara stað traðkaði Sunfríð B. Jacobsen til, og sum støðug skothóttan lá hennara partur í dystinum so avgjørt ikki eftir.
Tað gekk soleiðis leingi javnt á, men um miðjan seinna hálvleik tók tó at skrædna millum liðini. VB megnaði ikki at gagnnýta yvirtalsstøðu, tá tær leiktu seks móti fimm, og tá StÍF aftur var fullmannað, var tað sum heimaliðið gav skarvin yvir. Næstu tíggju minuttirnar vunnu gestirnir 5-1, og so stóð á hjá VB. Eitt tiltrongt time-out gav ikki neyðugu úrtøkuna, tá StÍF kortini helt á fram við sínum bumbuálopum, og seinastu løtuna stóð veruleikin greitt málaður í VB-høllini. VB hevði tapt fyrsta heimadystin í meira enn eitt álmanakkaár, og við hesum høvdu tær eisini mist takið í oddinum, har VÍF nú er einsamalt á odda.

Spenningurin økist
Hóast umstøðurnar kring mista oddasessin hjá VB sjálvsagt ikki eru av slagnum, sum søma ítróttarandanum, so er tað fyri spenningin í kappingini hugagott at staðfesta, at tað enn eru eini fýra-fimm lið, sum hanga fast í oddinum, nú fyrsti fjórðingurin av kappingarárinum er um at fara aftur um bak.
Og fyri strandingar man tað kennast hugagott, at teirra lið er eitt av teimum, sum enn hongur í. Hóast liðið í tali av útlendingum er viknað í mun til árið í fjør, so tykjast tær heimligu framvegis at vaksa við uppgávuni, og so er spurningurin, hvørt hetta eisini er støðan, tá tær um eina viku skulu takast móti Neistanum.
VB fer tá til Vestmanna í einum dysti, sum í løtuni líkist væl meira enn »bert« einum oddabraki. Sum landið liggur í løtuni, so halda tey í Vági seg í øllum førum hava nakað at hevna í hesari uppgerðini. Hvørt tað so verður við ella uttan útlendingar, fer tíðin at vísa, men í øllum førum skal VÍF neyvan rokna við nøkrum løttum stigum, skilst.

Dysturin í tølum
VB-StÍF 18-23 (11-11)
Málskjúttar
VB: Gurið Mortensen 9(5), Rannvá Augustinussen 4, Eyðbritt Krosslá 2, Margreth Augustinussen 2, Eydis Kjærbo 1
StÍF: Sunfríð B. Jacobsen 9(2), Paula B. Høgnesen 5, Milica Ergic 4(2), Beinta Joensen 2, Poula D. Olsen 2, Anna B. Danielsen
Brotskøst: VB 5, StÍF 5
Útvísingar: VB 2, StÍF 3
Dómarar úr Kyndli: Geir Wardum & Gunnar Gregoriusen.