Tað hevur ofta víst seg, at næstbestu klaksvíkingarnir hava trupult at manna lið til útidystirnar, og soleiðis var eisini hesaferð.
Í Havn var talan mest sum um Olgar Danielsen og so eina rúgvu av ungum leikarum, men leingi sá út til, at hetta skuldi verða nóg mikið. Olgar var í øllum førum maðurin, sum tíðliga í dystinum legði gestirnar framum, men eftir at KÍ stutta løtu seinni fekk mann riknan av vølli, var tað B36, sum tók alt meira yvir.
Og í seinna hálvleiki eydnaðist eisini heimaliðnum at vissa sær sigurin. Tórður Hentze syrgdi fyri útjavnandi málinum, og nakað seinni var Tórálvur Poulsen á rætta staðnum. Hetta megnaðu klaksvíkingar ongantíð av álvara at hótta, og tá teir ikki áttu skiftisleikara fyri skaddan mann seint í dystinum, endaðu teir høvuðsstaðarvitjanina við níggju leikarum.
B36-KÍ 2-1 (0-1)
0-1: Olgar Danielsen
1-1: Tórður Hentze
2-1: Tórálvur Poulsen