1. deild menn:
ÍF-VB 1-2 (1?1)
Fuglfirðingar fóru boygdir av heimavøllinum, meðan vágbingar fegnaðust á longu heimferðini. ÍF hevði ikki megnað at endurtikið heimasigurin móti Sumba (einasti sigurin higartil í ár hjá fuglfirðingum), og vágbingar høvdu fyri fyrstu ferð á árinum vunnið á útivølli.
Fyritreytirnar hjá ÍF vóru ikki tær bestu, og tað tóktist órógva, at teir undan dystinum sunnudagin tvær ferðir vóru noyddir at broyta manning. Fyrst gav Ken Bærendsen, sum skuldi vera í álopinum, avboð, og undir upphitingini gjørdist tað greitt, at liðformaðurin, Torstein Joensen, ikki var førur fyri at spæla.
VB, sum í 1. hálvleiki royndi at spæla, uttan at tað kendist serliga sannførandi, kom á odda beinanvegin, men longu tá eitt korter var farið, hevði heimaliðið, sum tóktist sera tamt, svarað aftur.
Spælandi venjarin hjá VB, Poozynski, skoraði sjálvur fyrsta málið. Uppspælið var í høgru, og innleggið kom flatt uttarlaga í brotsteiginum. Skotið var flatt og kraftarmikið, vágbingar fegnaðust, men bara í nakrar fáar minuttir, so var javnt aftur. Eyðálvur R. Petersen legði innfyri úr høgru, teir báðir álopsmenninir hjá ÍF vóru ikki serliga væl ansaðir í hesum førinum, og Eyðun Samuelsen skoraði umvegis armin á VB málverjanum.
Broytti uppstilling
Piotr ætlaði at leggja bragdliga fyri. ÍF hevði tríggjar menn í álopinum, og tað tóktist sum um teir ætlaðu at kroysta mótstøðumenninar langt aftur á vøllin. Hetta eydnaðist einki serligt, tí álopsspælararnir lógu aftarliga, og framrættaða uppstillingin hjá ÍF hevði við sær, at tað var lætt hjá VB at koma ígjøgnum í høgra borði, har Palli Augustinussen hevði nógv pláss, tá hann fór framvið.
Fuglfirðingar broyttu liðið, soleiðis at Eyðálvur R. Petersen fór úr álopinum í høgru og aftur á vinstra vongverjan. Tað hevði við sær, at tað gjørdist eitt sindur tættari í verjupartinum, men tyngdin í álopspartinum gjørdist minni, og í síðsta enda vann VB ein dyst, sum var merktur av, at hvørki liðið megnaði at spæla skipa fótbóltsspæl uttan at gera persónligu mistøkini, sum altíð hava við sær, at tað gerst órudduligt.
? Vit royndu at spæla fótbólt í 1. hálvleiki, og viðhvørt haldi eg, at tað eydnaðist toluliga væl, men í 2. hálvleiki fullu vit í somu grøv sum mótstøðumenninir. Tað var alt ov nógv spark og ov lítið spæl, og tað eru vit ikki góðir til, men tíbetur fingu vit sigursmálið, tá 70 minuttir vóru farnir, greiðir VB venjarin frá. Hann vónar, at sigurin fer at bera við sær, at teir kunnu spæla meiri frígjørt komandi dystirnar.
Garðurin skrædnaði
Milan Culjic, sum Sigfríður Abrahamsen annars hevði til uppgávu at fylgja um allan vøllin, skoraði sigursmálið við beinleiðis frísparki uttanfyri brotsteigin. Dan Djurhuus, sum hesa ferð hevði Jón Paula Olsen afturat sær í álopinum, meðan Popzynski var vongverji í vinstru, var upphavi til frísparkið dygst uttanfyri brotsteigin. Fuglfirðingar gjørdu manngarð, men ein maður leyp upp, tá flata skotið kom í verjugarðin, og so var Rúni Joensen í málinum prísgivin.
Fuglfirðingar høvdu onkrar møguleikar at koma afturíaftur. Rógvi Róin hevði góða roynd úr brotsteiginum, og eftir uppspæl í høgru og út frá smekkaði Sigfríður Abrahamsen langskot í handara stólpan.
Síðstu løtuna fluttu teir á heimaliðnum fólkið alt longri fram á vøllin, men tað eydnaðist teimum ikki at seta óvanliga lágu leikferðina upp. Tað gav VB fleiri møguleikar fyri snarálopum, og fleiri ferðir vóru teir vandamiklir, t.d. tá teir høvdu hornaspørk.
ÍF: Rúni Joensen ? Roy Róin, Tomek Przybylski, Áslakur R. Petersen, Viggo Johannesen ? Rógvi Róin, Sigfríður Abrahamsen, Símun Eliasen ? Áslakur R. Petersen, Robert Cieslewicz, Eyðun Samuelsen
VB: Bjarni Johansen ? Palli Augustinussen, Michael í Lágabø, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen, Krzysztof Popczynski ? Janus Kjærbo, Tórður Holm, Milan Culjic ? Dan Djurhuus, Jón Pauli Olsen