Upptakt
Vágbingar eru grammir eftir stigum, nú ÍF kemur suður á vitjan. Eftir at kappingarbyrjanin var í heldur lakari lagi, tykist VB hava fótað sær av álvara, og eftir sigurin seinasta umfar og javnleikin í fyrru hálvfinaluni, eru tað nú aftur trý stig, sum telja.
- Vit ætla okkum so í øllum førum at fáa trý stig leygardagin. Megna vit at fáa úrtøku úr teimum báðum næstu dystunum, so fer tað eisini at síggja heilt gott hjá okkum.
Soleiðis sigur Birgir Jørgensen, sum aftur í ár telist millum teirra, sum kappast um pláss í VB-álopinum.
Um hópin til dystin sigur Birgir, at tað man fara at vera á góðari leið. Anders Nygaard fór út við keiktum fóti seinast, og hann er so ikki tøkur enn, men í aðrar mátar eru allir mans tøkir. Og so er spurningurin, hvussu tað fer at vignast, nú vøllurin á Eiðinum av álvara skal takast í nýtslu.
Í Fuglafirði ásanna tey, at talan verður um trupla uppgávu, og hon gerst ikki minni trupul, um hugt verður at fráverulistanum.
Her er Bartal Eliasen annars strikaður, eftir at hann hevði leikbann í hálvfinaluni, og tað er sjálvsagt eitt pluss. Minussini tykjast tó eisini vera fleiri. Tað tykist heilt víst, at Hanus Eliasen ikki verður við vegna skaða, og eisini Magni á Lakjuni er ógvuliga ivasamur. Fritleif í Lambanum hevur leikbann hesaferð, og heldur ikki Bárður á Lakjuni er tøkur, so tað eru góðar kreftir, sum liðið má vera fyriuttan.
Hartil kemur so, at Áki Petersen, Eyðun Rygshamar og Roy Róin allir hava drigist við skaðar seinastu tíðina, men her er vónin so, at tað fer at bera til at pjøssa teir saman til dystin.