Hondbóltur
Tá hesar reglur verða skrivaðar, er ikki greitt, hvørjir manna føroyska landsliðshópin, sum sunnudagin fer til Russlands at takast við eina av tjóðunum, sum nærum pr. definitión verður roknað millum heimsins sterkastu.
Tann bitin er stórur í sjálvum sær, og hann verður ikki minni av, at landsliðsvenjarin hevur valt nakrar av vanliga føstu spælarunum frá hesaferð. Talan er um disciplinera revsing frá landsliðsvenjaranum, eftir at nakrir av spælarunum høvdu verið ein túr í býnum, tá landsliðið spældi í Sarajevo herfyri. Men tá vit hóskvøldið tosaðu við Dia Midjord, vildi hann ikki siga, hvørjar spælarar talan var um. Ikki annað enn, at hetta kom at síggjast á úttøkuni. Og at úttøkan ikki var endaliga greið fyrr enn fríggjamorgunin, tá hann skuldi handa HSF hesa.
Sum skilst er talan tó um tríggjar ella fýra spælarar, sum verða settir heima hesaferð. Sambært 3-2 hjá sjónvarpinum er talan um somikið nógvar spælarar, at revsingin helst má gerast í fleiri umførum.










