Skerdir 1. deildarvinnarar snávaðu í Klaksvík

(Rás2) Heðin Stenberg heldur avgjørt ikki, at AB gjørdi ein "EB/Streym 2011" ímóti B68 í dag

1. deildarvinnararnir, AB høvdu leikbann og skaðar, og tí var stillað við rættiliga nógvum eykaleikarum til seinasta dystin hjá AB, sum var á útivølli ímóti KÍ. 

 

Eitt ógvuliga motiverað KÍ-lið vann 2-0, og tryggjaði sær harvið bronsukrónurnar í næstbestu deildini.

 

Innkomin sms-boð til sendingina "Triði Hálvleikur" á Rás2 róðu uppundir, at AB gjørdi ein "EB/Streym 2011" ímóti B68 við ikki at stilla við einum sterkari liði, men hesum vísir málverjin, Heðin Stenberg, sum eisini var skaddur í dag aftur: - Vit stillaðu við sterkasta liðnum vit høvdu tøkt í dag, slær hann fast.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Heðin Stenberg, sum hevur verið liðformaður hjá AB tað mesta av kappingarárinum í ár.

 

AB hevði ætlað sær at bøta um stigametið í 1. deild, sum var 64 stig, men tað kiksaði við tapinum í Klaksvík. AB endaði kappingarárið við 64 stigum.