Men, sigast má, at vit flestøll vistu betur. Hetta vistu tey flestu av egnum lívsroyndum. Forvinnur ein familja t.d. 300.000 kr. árliga, og hevur føst lán til hús, innbúgv, bil og bát umframt at skulu uppihalda lívinum og inntøkan bráddliga minkar við 60.000 kr. niður á 240.000 kr. so merkir henda familjan tað sera væl. Ein slík familja hevði verið noydd at gjørt nøkur væl. Maðurin hevði t.d. verið noyddur selt bátin ella mátti lánið hækkast!
Í yvirførdum týdningi hevur skerdi blokkurin havt við sær júst somu avleiðingar fyri Føroyska samfelagið. "Báturin" má seljast!
Eitt berghol, onkur vega-gerð og ein samferðsluhavn í Suðuroy verða av ongum, fyribils í hvussu er. Gása-dalsbergholið verður, sum ikki einaferð, sett á "hold". Aðrar vegagerðir verða toygdar ella als ikki gjørdar. Pláss er ikki fyri 150 millióna skattalætt-anum, sum lyftið var givið um; pláss er ikki fyri lógásettu 32 milliónunum til byrjan av Norðoyðatunnlinum o.s.fr. o.s.fr. Hetta bert fyri at nevna okkurt úr rúgvuni, sum pláss nú ikki er fyri á trongu fíggjarlógini.
Ávarðaðu
Vit vóru fleiri, sum ávaraðu móti skerjingini í blokkinum og at tað fór at fáa álvarsligar avleiðingar at minka inntøkur landskassans so ógvusliga upp á ein gang. Eini 100 mill. kr. vóru tey flestu kortini samd um, hevði landskassin tola at mist uttan tær stóru avleiðingarnar. Og søgan prógvar so bara nú, at vit høvdu rætt og at yvirivrigu loysingarfólkini í Fólka- og Tjóðveldisflokkinum fóru skeiv.
Ein skinsom gongd
Ikki tí, eg eri ikki ímóti loysing frá dønum og tað er tann flokkur eg eri limur av heldur ikki, men vit í Miðflokkinum hava allatíðina víst á, at heldur enn at "forera" dønum hundraðtals milliónir, eiga vit at nýta henda pening at gera okkum leys av skuld og til at dagføra samfelagið við - og tað treingir sanniliga til - eftir 12 árum í kreppu eru flestøll øki á almenna økinum niðurslitin og tilafturskomin í mun til dagsins standard í teimum londum vit sammeta okkum við. Leys av skuld og við einum dagførdum samfelag eru vit tilreiðar at seta fót undir egið borð sum fríir menn og fríar kvinnur! Tíveri hava okkara samgongufelagar ikki skilt henda so einfalda og greiða boðskap enn.
Vandamikil leið
Við allari virðing, so má ein siga, at vegurin Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin hava vælt at ganga ímóti loysingini, er bæði illgongdur og vandamikil. Og tá hugsi eg um hugtakið, "tí tryggu loysingina", sum hóast alt flest allir føroyingar ganga inn fyri.
Sjálvandi kunnu vit loysa her og nú og so takað skrædlið. Spurningurin er bara, vórðu vit kortini fræls um vit gjørdu á henda hátt?
Vit skulu jú liva í hesum landi og til tess krevst peningur. Vit megna tíverri ikki sum er sjálvi at fíggja hetta samfelagið, og kemur peningurin ikki úr Danmark sum stuðul, so má hann lænast onkustaðni. Tað er kaldi veruleikin, alt annað tos er reingjan av veruleikanum og rein propaganda, tað vita øll skilagóð fólk. Stuðul skal ikki gjaldast aftur - tað skal lán. Tí er tað, so leingi vit ikki eru fullkomuliga fíggjarliga óheft, skilabest at vera verandi í ríkisfelagsskapinum.
Tolin trívst
Við tolni og við Guds hjálp fara vit at vinna á mál. Vit taka tað tíð, ið skal til at gjalda okkara uttanlandaskuld niður, og vit taka tað tíð, ið skal til at dagføra samfelagið upp á eitt hóskandi støði.
Tað nyttar onki at "spæla ótolin" og tað ger bara skaða býttisliga at royna at skunda undir tingini, sum t.d. við áður umtalaðu 400 millióna skerjing.
Skerjingin av blokkinum hevur og ferð at draga loysingina út, heldur enn at skunda undir hana! Og ikki minst tí vóru vit ímóti skerjingini. Men gjørt er gjørt og vit mugu tí í dag, sum bretar so skemtiliga siga "face the music" - taka avleiðingarnar.
Tað ber fíggjarlógin fyri 2003 greið boð um!