Skerd útgáva vegna vantandi internetsamband

Sosialurin kemur í kvøld út í skerdari útgávu. Orsøkin er, at vit hava havt trupulleikar við post-servaranum í dag (mikudag). Telefonverkið hevur lovað at loysa trupulleikan, og verður restin av tilfarinum lagt út á netið í morgin (hósdag)

Seinastu dagarnar hava vit á blaðnum havt trupulleikar við okkara postservara. Sambandið úr blaðhúsinum á Argjum hevur tí gingið so seint, at ikki hevur borið øllum til at leggja tilfarið á servaran (www.sosialurin.fo).


Menn frá Telefonverkinum arbeiða við at væla um trupulleikan, og hava teir lovað at havt sambandið í lagi aftur í morgin.


Tá verður restin av tilfarinum dagført.


Vit biða lesararnar halda okkum til góðar


SOSIALURIN