Skerd heildarveiting ? sperd fíggjarlóg

Í farnu viku viðgjørdi løgtingið uppskotið til fíggjarlóg fyri 2003. Umrøðan, sum byrjaði kl. 10.00 fyrrapartin týsdagin, endaði ikki fyrr enn umleið kl. 21.00 hóskvøldið. Fíggjarlógaruppskotið er nú beint í fíggjarnevndina.

Undir umrøðuni hevur javnaðarflokkurin ásannað, at almannaøkið, herundir eldrarøktin, heilsu-málini og játtanin til útbúgving og gransking hava fingið hægri raðfesting á hesum uppskotinum, enn talan hevur verið um tey seinastu árini. Men hesi økini hava verið og eru framvegis afturúrsigld. Um javnaðarflokkurin hevði verið í samgongu, og harvið havt møguleika fyri at seta síni fingramerki á fíggjarlógaruppskotið, høvdu fleiri játtanir á hesum økjum verið hægri.
Undir umrøðuni hava umboð javnaðarfloksins víst á, at framlagda fíggjarlógaruppskotið als ikki er liðugt, men at talan er um eitt ávegisuppskot, sum er lagt fyri løgtingið og síðan beint í fíggjar-nevndina, soleiðis at nevndin til sína tíð kann fáa skil á málinum. Vit hoyra landsstýrismenn og løgtingsmenn úr samgonguni siga, at full polit-isk semja er um, at 32,5 mió. kr. skulu játtast til fasta sambandið um Leirvíksfjørð, at peningur skal játtast sjónvarpinum, at 8 mió. kr. skulu játtast post-verkinum o. s. fr. Men hesar upphæddirnar eru als ikki við á framlagda fíggjarlógaruppskotinum.
Á samferðsluøkinum eru ongar játtanir til nýggjar verkætlanir. Umframt fasta sambandið um Leirvíksfjørð, kunnu vit nevna tunnilsgerðir millum Øravík og Hov, millum Húsvík og Dal og millum Haldarsvík og Tjørnuvík. Nakrar smærri upphæddir eru settar av við tí fyri eyga, at niðurtóna nøkur arbeiði, sum eru í gongd. Talan er um at útseta liðugtgerina av Gásadalstunnlinum, liðugtgerina av vegastrekkinum millum Vág og Lopra, av vegastrekkinum millum Gomlurætt og Tórshavn og vegagerðina millum Skálabotn og Strendur. Á samferðsluøkinum virkar landsstýrismaðurin í vinnu-málum nú sum ein avtøkustjóri.
Samstundis kunnu vit staðfesta, at játtanin til løgmansskrivstovuna og aðalstýrini, økist ár um ár. Í 1998 var samlaði kostnaðurin av landsumsitingini 53,8 mió. kr. Sambært uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2003 verður kostnaðurin 137,9 mió. kr. næsta ár. Talið á fulltíðarstørvum í landsumsitingini øk-ist við rúkandi ferð og er nú komið upp á 330 heiltíðarstørv. Alt verður gjørt fyri at sita við valdin-um. Fyri at fáa politisku kabalina at ganga upp eftir løgtingsvalið í 1998 varð talið á landsstýris-monnum økt út sjey upp í átta. Hetta gjørdi at vit fingu eitt nýtt aðalstýri. Eftir valið í 2002 varð talið av landsstýrismonnum økt úr átta upp í níggju. Og vit fingu aftur eitt nýtt aðalstýri.
Á eldraøkinum er stórur tørvur á íløgum í ellis- og røktarheim, í eldrasambýli og í eldraíbúður. Á heilsuøkinum eru íløgur at gera, eitt nú á landssjúkrahúsinum, á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í heilsumiðstøðir o. s. fr. Á útbúgvingarøkinum tosa vit um fleiri skúladeplar. Vit tosa um skúladepulin við Marknagilsvegin í Havn, um skúladepulin í Klaksvík, um Fiskivinnuskúlan í Vestmanna, um Lista- og Handverkaraskúlan á Sandi, um miðnámsskúla í Suðuroy o.s. fr. Sjúkrasytraskúli Føroya skal hava nýggj høli og Heilsuskúli Føroya á Tvøroyri, sum higartil bert klekir sjúkrahjálparar og heima-hjálparar, skuldi helst eisini givið tilboð um útbúgving til heilsuatstøðarum.
Tað, sum sermerkir upp~skotið til fíggjarlóg fyri 2003, er, at heildarveitingin úr ríkiskassanum frá 1. januar í ár varð skerd við 366 mió. kr., uttan at føroyska samfelagið hevur aðrar inntøkur at seta í-staðin, og at hetta varð gjørt áðrenn samfelagið er nógv væl útbygt á eldraøkinum, á heilsuøkinum, á útbúgvingarøkinum og á samferðsluøkinum. Nú kenna vit so sviðan av skerdu heildarveitingini. Skerd heildarveiting - sperd fíggjarlóg.