Skerast til kotolettir

Hóast hetta er ein stórur fiskur, verður tað neyvan nakar trupulleiki hjá virkinum at sleppa av við allar tær mongu kotolettirnar, sum fáast burtur úr Tað var Vesturbúgvin, ið fekk henda velduga stóra kalvan, sum var 272 cm. langur og vigaði heili 440 pund.

Fiskavirkið Norðfra í Norðdepli keypti ?risan? fyri umleið 50 krónur fyri kilo.

- Vit fara at skera hann til kotolettir, sum verða pakkaðar í 3 kilo dósir. Síðan fara vit at bjóða kotolettirnar út til sølu á heimamarknaðinum.

Allan Eysturskarð, sølumaður hjá Norðfra, sigur, at stóri kalvin helst verður skorin sundur í trý ella fýra stykkir fyrst, og síðan fer hann í bandsagina hjá virkinum. Fiskurin verður skorin soleiðis í passalig stykkir, sum antin kunnu koyrast á pannuna ella í grýtuna.

- Vit royna í størst møguligan mun at hava kalva við í okkara útboði ? ikki minst til heimamarknaðin, men tað gongur ikki altíð so væl at fáa fatur á kalva. Hetta er ein nokso dýrur fiskur, og tað er ikki so ofta, at nakrar serligar nøgdir eru á marknaðinum. Tí gerst kalvin eisini javnan uppi í okkara útboði.

Í sínari vøruskrá hevur Norðfra vanliga kalva sum flak.

Sølumaðurin sigur, at hóast hetta er ein stórur fiskur, so verður tað neyvan nakar trupulleiki hjá virkinum at sleppa av við allar tær mongu kotolettirnar, sum fáast burtur úr.

Vit spurdu eisini Allan, hvussu verður við stóra høvdinum á kalvanum.

- Nei, tað veit eg ikki ordiliga, men eg kann frysta høvdið, um onkur vil hava tað. Tað er bara at ringja ? so kunnu vit koyra høvdið til dyrnar, um tað annars passar inn í okkara skipan við útkoyring. Men tað skal ein stór grýta til at rúma hesum høvdi, sigur hann.