Skerast burtur úr 700 tonsum av gróti

- Eg ivist onga løtu í, at uppihaldstrappan verður eitt veruligt savningarstað í miðbýnum í Havn - eitt stað, har nógv fara at savnast í góðveðri, sigur Høgni Tausen á Føroya Grótvirki í Skopun.

 

Føroya Grótvirki í Skopun hevur í løtuni sína størstu bílegging. Hetta er grótið, sum verður lagt á uppihaldstrappuna, sum Tórshavnar kommuna byggir í Vágsbotni - ella á økinum, har Perlan stóð áður.

 

Høgni Tausen, sum saman við beiggja sínum, Heina Tausen, eigur og rekur grótvirkið í Skopun, sigur, at tey 350-400 tonsini av gróti, sum skulu skerast eftir tekning til uppihaldstrappuna, verða skorin burtur úr umleið 700 tonsum av gróti.

 

- Steinpláturnar eru 15 cm. tjúkkar, og hvør einasta pláta verður skorin eftir máti. Her eru nógv ymisk mát, tó at nøkur mát eru eins. Hetta er líka sum eitt byggisett, tá steinplátur og kantsteinar verða leverað. Grótið verður skorið og ikki slípað.

 

Høgni Tausen ivast onga løtu í, at uppihaldstrappan í Vágsbotni verður eitt veruligt savningarstað í miðbýnum í Havn - eitt stað, har nógv fara at savnast í góðveðri.

 

- Soleiðis verður hetta eisini ein góð reklama fyri okkara virkið.

 

Hann leggur aftrat, at eigararnir báðir, pápin og 18 ára gamli sonur Heina hava arbeitt langar dagar fyri at skera grót til trappuna.

 

- Ja, vit hava onkuntíð arbeitt til langt út á náttina, sigur Høgni Tausen.

 

Føroya Grótvirki í Skopun kann gera mangt og hvat úr gróti, men virkið leggur dent á tríggjar ymiskar framleiðslur - gravsteinar, borðplátur og flísar av ymiskum slag.