Longu langt áðrenn skrokkurin hjá Thor fór av bakkastokki í gjár vóru arbeiðsmenninir á skipasmiðjuni á Skála byrjaðir at skera stál til ein skrokk afturat Í gjár fór fyrsti nýbygningurin hjá Thor í Hósvík av bakkastokki á Skála, men hetta verður ikki tann seinasti. Longu nú eru arbeiðsmenninir á skipasmiðjuni byrjaðir at skera stál til systurskipið hjá Thor Alpha, sum verður navnið hjá hesum skipinum.
- Vit eru langt síðani byrjaðir at fyrireika byggingina av tí komandi skipinum við at skera stál, sum skal brúkast til at byggja tær ymsu sektiónirnar í skrokkinum, sigur Gunnar Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju, ið eigur skipasmiðjuna á Skála.
Hann sigur, at arbeiðið við fyrra skrokkinum er eitt sindur seinkað, men at teir rokna við at verða lidnir til ásetta tíð. Eftir ætlan verður veitingarskipið handað eigarunum í oktober og skal vera heilt liðugt í november, tá tað fer í vinnu í frálandavinnuni.
Eins og við fyrra skrokkinum eru tað eisini póllendingar, ið standa fyri sveisingini, meðan føroyingar gera restina av arbeiðinum.
Formaðurin í Havnar Handverkarafelag, ið eisini er næstformaður í Landsfelag Handverkaranna, Eli Brimsvík, sigur seg vóna, at arbeiðið fer at ganga líka væl, sum við tí fyrra skrokkinum.
- Eg haldi, tað var rætt at gera avtaluna um póllendingarnar, tí tað hevur eisini givið okkara limun og limun í øðrum fakfeløgum meiri arbeiði, sigur Eli Brimsvík.
Veitingarskipini, sum eru 55 metrar til longdar, koma at kosta 75 mió. krónur hvørt.










