Í Týsklandi eru teir kristiligu demokratarnir og sosialdemokratarnir vorðnir samdir um at spara 35 milliardir evrur ella einar 250 milliardir krónur á fíggjarlógini tey bæði næstu árini.
So stórar sparingar hava týskir politikarar ikki framt fyrr, men komandi kanslarin, Angela Merkel, sigur tær vera neyðugar orsakað av tí politikki, sum fráfarandi stjórnin hevur rikið tey seinastu sjey árini. Harvið gevur hon sosialdemokratunum skyldina av, at tað er neyðugt at spara so nógv. Ein stór orsøk til sparingarnar er, at tað verður nógv dýrari at umskipa týska arbeiðsmarknaðin, enn fráfarandi stjórnin hevði væntað.
Spurningurin er so, hvussu rokningin skal gjaldast. Teir kristiligu demokratarnir hava fyrr skotið upp at hækka meirvirðisgjaldið úr 16 í 18 prosent, men nú ljóðar, at tað kanska endar uppi á 20 prosentum. Samstundis er greitt, at fleiri skattafrádráttir so sum ferðafrádrátturin verða strikaðir, og at kolanámsvinnan missir ein part av tí almenna stuðulinum.