Ein fastur og afturvendandi táttur á Føroya Sjómannadegi er eitt tiltak, sum Grindamannafelagið er partur av.
Her fara menn at vísa, hvussu ein grindahvalur verður skorin upp, og meðan hetta verður gjørt, verður greitt frá bæði á føroyskum og enskum.
Hetta tiltak verður í Klaksvík í dag klokkan 13.15, og her plaga nógv fólk at savnast, eins og viðhefta mynd vísir.