Samstundis sum landsstýrið sigur seg vilja gera tað liviligari hjá føroysku familjuni, so verður skorið av stuðlinum til barnafamiljur og øðrum við stórum og dýrum sethúsalánum.
Sambært fíggjarkørmunum, ið vórðu lagdir fram fyrrapartin, skal rentustuðulin niður á 30 prosent.
Harvið fer landsstýrið eitt stig víðari í mun til ta ætlan, ið varð løgd í 2009. Tá varð sagt, at rentustuðulin so líðandi skal lækka úr 40 prosentum í 2009 niður í 35 prosent í 2014.
Men longu næsta ár verður farið at klípa meira burturav.
Nú er ætlanin at lækka rentustuðulin niður í 34,5 prosent næsta ár. Í 2015 lækkar rentustuðulin niður í 33,5 prosent, í 2016 verður rentustuðulin 32 prosent. Í 2017 verður rentustuðulin 31 prosent, áðrenn stuðulin kemur niður á 30 prosent í 2018.
Longri enn 2018 fer landsstýrið ikki í sínum fíggjarkørmum.
Fíggjarmálaráðið upplýsir, at hvørt prosentstig, ið rentustuðulin lækkar, gevur landskassanum eina sparing á 3,5 mió. kr. við verandi rentustøði. Sparingin er, sambært Fíggjarmálaráðnujm sostatt 1,75 mió. kr. í 2014 og 17,5 mió. kr. í 2018.










