<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Spennandi Íslendski rokk-popp bólkurin Dikta kemur á Jóansøkufestivalin. Dikta er seinasta árið vorðið ein tann best umtókti bólkurin í Íslandi. Hetta er somuleiðis seinasta útlendska navnið, ið Jóansøkufestivalurin avdúkar á hesum sinni.
Seinasta fløgan hjá Dikta, Hunting for happiness, hevur fingið sera góð ummælið. Og hevur eisini verið søluvøran hjá bólkinum, sum í alt summar er á tourne í Evropa, har leiðin eisini gongur á Roskilde Festivalin.
Tað er sangarin í Dikta, ið er drívmegin og tann, ið skrivar tónleikin. Talan er um eitt slag av óljóðspoppi, sangirnir eru fitt og rættiliga vanlig poppløg innan ymiskar greinar av poppi, men spæld við nógvum vilskapi og sera larmutt. Onkra løtu hoyrir tú funk í løgunum, aðra løtu soul og so framvegis.
Á konsertini í Nasa í sambandi við AME Reykjavík, var Dikta íslendska umboðið á skránni saman við føroysku bólkunum. Dikta framførdi við nógvari spæligleði og tað smittaði eisini áskoðararnar. Løgini vóru tó av eitt sindur svingandi góðsku, og hóast framførslan var góð, so sat tú við kensluni av, at hetta var ein nýggjur bólkur, ið kundi arbeitt meira við tilfarinum. Sangarin var góður, og hetta er ein spennandi bólkur, ið fer at gera Jóansøkufestivalin enn meira fjølbroyttan og áhugaverdan