Skemtiligur og álvarsamur

Anfinn V. Hansen hevði eina skemtiliga, men kortini álvarsama og ítøkiliga framløgu á Shipping Føroyar 2008

Anfinn V. Hansen er formaður í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip, og á Shipping Føroyar 08 helt hann eina undirhaldandi – og tíðum skemtiliga – røðu. Hann var kortini ítøkiligur og vísti neyvt á, hvørjir vansarnir eru við FAS-skipanini, og hvørjir batar skulu gerast, um skipanin skal gerast kappingarfør við aðrar skipanir á økinum.

Sosialurin fer at gera væl burtur úr framløguni hjá Anfinni í blaðnum í morgin, eins og vit fara at gera burtur úr øðrum framløgum á ráðstevnuni.

Reiðarafelagið fyri Farmaskip var ein av stigtakarunum til ráðstevnuna, og lítið er at ivast í, at leikluturin hjá felagnum fer at hava sína ávirkan á, hvussu ein dagførd skipan fer at verða snikkað saman.