Skemtiligur hornblástur hugtekur

Í løtuni eru tveir hornblásarar á ferð og vitja teir skúlar kring landið. Andras Olsen og Anders Nyquist fara eina skemtiliga ferð í tónleikasøguna og hugtaka næmingar og lærarar við álvara, blandaðum við einum farra av skemti og framúr góðum spæli

 
Andras Olsen kenna tónleikahugaðir føroyingar sum framúr hornblásara. Han hevur fingið føroyska heiðursgávu og hevur lisið í London og er partur av hornbólki, ið ferðast í mesta partinum av okkara grannalondum. Hann er sonur Kára Olsen, kendur innan horntónleik og útvarpsarbeiði.
                      At hann eisini hevur sjónleikaevni, evni innan skemt og frálæru, er kanska ikki øllum kunnugt.
                      Á skúla í London hitti Andras millum onnir svian Anders Nyquist. Teir baðir spæla nógv saman og í løtuni ferðast teir  kring oyggjarnar og vitja skúlar. Teir hava vitjað skúlar í miðstaðarøkinum og í løtuni ferðast  teir millum skúlarnar í Suðuroynni.
                      Mikudagin hildu teir báðir konsert í skúlanum í Vági. Ella rættari er kanska at kalla hetta eina skemtliga frálæru framførslu.
                      Við hornblástri og skemti verða næmingar og lærarar tiknir við á eina skjóta rundferð í tónleikasøguni. Alt frá Bach og Mozart til jazz og blues og til nýggjasta rapptónleikin. Alt framført á horn, sjálvsagt.
                      Snillingar eru teir á ljóðførini og við rópum, keipum og frágreiðingum gerst umleið tímalanga framførslan alt annað enn keðilig.
                      Samband er alla tíðina millum leikararnar báðar og áhoyrararnar. Hvørt tað so er klassiskt, blues, rapp ella tveir cowboyarar, ið standa á gøtuni í einum tvíbardaga, tí rúm er ikki fyri báðum í býnum.
                      Andras og Anders ferðast hesar dagarnar í Suðuroynni, men óivað eru eisini onnur øki í landum, ið kunnu njóta gott av slíkari vitjan.                      Næmingar í Suðuroyni fáa í hesum døgum tilboð um fjøltáttaða frálæru í hornblástri og óivað er slík framførsla áhugavekjandi og við til at kveikja lív í áhugan fyri hornblástri, ið als ikki nýtist at vera keðiligur, um nakar annars heldur tað. Andras og Anders hava í hvussu er prógvað, at hornblástur er hugtakandi og ikki uttan humor.