Skemtiferðaskip skulu sigla tvey og tvey

Íslendska vaktar- og bjargingartænastan hevur nú skotið upp, at cruise-skip ella skemtiferðaskip, sum íslendingar rópa tey, skulu sigla tvey og tvey saman, tá tey fara til Grønlands ella norður til Svalbard.

Íslendingar siga, at tað hevði bøtt munandi um bjargingarmøguleikarnar, skuldi eitt álvarssamt óhapp hent.

Halldór Nellett, deildarstjóri hjá íslendsku vaktar- og bjargingartænastuni, sigur við Morgunblaðið, at tað er ikki lætt at taka eitt nú 4.000 fólk av einum skipi eftir stuttari tíð á einari so fjarskotnari leið sum í Grønlandi ella við Svalbard. Tí mælir hann til, at reglurnar um tílíka sigling verða broyttar.