Forkunnugi fótbóltsdysturin í Klaksvík hóskvøldið verður millum fjallmenn av bygd í Norðoyggjum og fjallamenn úr Klaksvík. Í hálvleikinum fara so seyðahundar at vísa, hvat teir duga. Tað verður gjørt á tann hátt, at fimm seyðir verða sleptir inn á vøllin, og Absalon Hansen frá Føroya Seyðahundafelag, fer síðani at vísa, hvør dugur er í hundunum.
Vinnandi liðið fær heiðursmerkir og steyp handaði, sum er latið av Føroya Bjór. Føroya Seyðahundafelag verður eisini stuðla av MBM.
Tað er Bygdafelagið "Ljósið" úr Haraldssundi saman við Føroya Seyðahundafelag, ið standa aftan fyri tiltakið.
Frá stigtakararnum frætta vit, at áhugin í Norðoyggjum fyri at brúka seyðahundar er vaksandi. Hetta sást millum annað á tveimum stórum seyðahundakappingum, ið vórðu hildnar á Viðareiði í februar í fjør og aftur í februar ár.
Stigtakararnir siga, at ein av grundunum til at teir skipa fyri einum tílíkum tiltaki, er, at fáa
Føroyingar sum heild at brúka seyðahundar meira, og vóna teir at tiltakið í annaðkvøld fer at verða við til at vaksa enn meir um áhugan.
- Vónandi fáa vit ein stuttligan dyst hóskvøldið, har øll eru hjartaliga vælkomin, siga stigtakararnir frá bygdafelagnum Ljósið í Haraldsundi og Føroya Seyðahundafelag.










