Robert McBirnie verður seksti ár í dag. Læraraprógv tók hann í 1967. Tíðin í Havn var merkt av tíðini í Faroe Boys, ein hin best dámdi bólkur í landinum nakrantíð. Eftir eitt ár í Klaksvík og eitt í Havn fór Robert suðuraftur til Vágs í 1969 at starvast sum lærari og tað gjørdi hann fram til 1985, tá leiðin aftur gek til Havnar.
Virkin á tónleikapallinum var hann øll árini í Suðuroynni og megnaði ? hóast fjart frá miðstaðarøkinum og tess møguleikum ? at halda sær í fremstu røð. Vit minnast t.d. frá hesi tíðini løg sum Harmoniku Sørin og onnur við Robert, Jákup Ólavi og onkra singleplátu við Robert og Jógvan Dahl.
Sermerktur er eisini annar táttur í undirhaldslívinum, nevniliga skemtið. Í 1967 fóru vágbingar undir at skipa fyri nýggjársveitslum og seinni kom veðraveitsla og sperlaveitsla í klubbanum. Hesi forum komu skemtarum til góða og síðani 1967 hava Robert, Niels Petur Nolsøe og Petur Dahl Noløe skemtast og seinni er eisini Arnfinnur Thomasen komin við í leikin.
Vit hava vent okkum til hesar lívslongu skemtarar og biðið teir heilsa Robert, nú skemtað er í meira enn 35 ár á palli og Robert fer um tey seksti:
Niels Petur Nolsøe (NePtuN):
Tað eru óivað mong sum siga, at álmanakkin lýgur, tá tey hoyra, at Robert er seksti ára gamal.
Maðurin sær gott út, ungur av lyndi sum nakar, og hann hevur orku, sum tykist ótømandi.
Nú hevi eg kent Robert frá barnsbeini av, og í ein stívan mansaldur hava okur skemtað saman til veitslur og annað her suðuri.
Robert er fyrst og fremst ein góður vinur, hann er trúfastur, uppmerksamur, álítandi, hollur og ikki minst stuttligur at vera saman við. Hann hevur bæði beinini á jørðini og hansara avbera góðu listarligu evni og víðagitni hava ikki gingið honum til høvdið.
Sum skemtari er hann drívkraftin, hann er gløggur og sær stuttleikan í smálutum, sum onnur ikki varnast. Hann hevur óvanlig evnir at immitera, hann kann eftirlíkna øllum tosingarlag, úr Sumba til Viðareiðis. Hann dugir sera væl at føra seg á palli og missir ongantíð tráðin.
At hava verið í fremstu røð innan tónleik og undirhald í hálvanannan mansaldur, sigur alt um dygdirnar, Robert hevur fingið í vøggugávu. Afturat øllum hesum er hann frálíkt tónaskald og at yrkja liggur eisini væl fyri.
Hann er stutt sagt ein úrmælingur á á mongum økjum ? og ikki minst í tí lívsstarvi hann valdi sær ? ein framúrskarandi lærari.
Eg sendi honum bestu heilsanir á seksti ára degnum, sum hann heldur í suðurlondum, og ynski honum áhaldandi virkisfýsni og góða heilsu í mong ár, mong ár afturat, sigur Neptum
Petur Dahl Nolsøe:
Handan navnið Robert, sum er ?heimskendur? í Norðurlondum, liggur ein djúpthugsandi menniskja við ótømandi inn- og útspræningum ? av skjóttfatandi samansetingum, har eitt orð kann blíva til eina samanseting av álvarsligum sum skemtiligum sketsjum.
Hann hevur altíð verið ein vinur. Individuelt vil eg siga, so víðakendur, og tó vinur fyri hvønn einstakan. Hann megnar at hava so nógv jørn í eldum í senn, hann er energiskur og ótømandi.
Tað sær ikki út til, at hann, nú hann rundar tey 60 árini 1. november, ætlart leggja nakað av ?sær? upp á hillina, tvørturímóti.
Við viðring fyri sjófólki er hann eitt sindur í døpurhuga, at flaggað verður í hálvari stong 1. november.
Ein maður, hann virdi heilt nógv, vat Kvíggjarbóndin í Sumba, Niels Jacob við Kvíggjá, sáli, ið hevði verið 78 ár í dag.
Tá hann kann syngja ?Felic Navidad? á sponskum, skal tað ikki undrað meg, at hann tosar flótandi portugisiskt, tá hann kemur aftur.
Góði Robert, ?Felic 60 uanós Portugésé?. Hav ein góðan dag í Portugal, heilsan Pedano.
Arnfinn Thomasen sigur um Robert:
Hann er kreativur, musikalskur, ein stórur sjónleikari, sjarmerandi, fittur og eygagóður.
Robert hevur sans fyri tí skemtiliga, tí komiska, í tilveruni. Hann kann fáa stórt skemt úr lítlum og tað eyðkennir jú ein góðan skemtara.
Hendingar og prát úr gerandisdegnum loftar hann. Hann dugir væl ? í samstarvi við okkum aðrar ? at fáa burturúr, tá vit sita saman og hava ?brainstorm?.
Hann er góður vinmaður. Og kemiin má eisini passa, um nakað skal fáast burturúr á palli.
Uppvaksin er hann í umhvørvinum her suðuri, við originalum og við suðuroyarskemtinum. Hann hevur sogið til sín og duga at sitið undir hvørjum orði og eisini fingið við hábrøgd og annað. Hann hevur røtur í suðuroyarskemtinum. Hann hevur framúr musikalskar- og sjónleikara gávur og eg ynski honum alt gott framyvir og tillukku við teimum 60 árunum, sigur Arnfinnur Thomasen.