- Tað er strangliga bannað at ganga á rekkverkinum á brúnni.
Tað stendur á lesa á skeltunum, ið Tórshavnar kommunu hevur sett upp fleiri staðni á brúnna um Sandá.
Trygdin við brúnna gjørdist eitt kjakevni fyrr í vikuni, tá Ada Bisp gjørt vart við seg á Facebook og in.fo, um hættisligt spæl á brúnni. Hon greiddi nevniliga frá hvussu hon hevði børn gingið eftir rekkverkinum á brúnni, har, um tey mistu javnvágin, kundu detta 15 metrar niður.
Les eisini: Skal eg síggja eitt barn detta av brúnni
Við in.fo segði hon, at hon hevði verið í samband við kommununi, og vónaði, at tey fóru at gera eitt hvørt við trygdina.
Nú hevur Tórshavnar kommuna so sett nøkur skeltir upp fyri at minna fólk á, at rekkverkið ikki er ætla at ganga á. Sum in.fo skilur, so hevur man tó ikki tikið nakra avgerð um nakað skal gerast fyri at forða fólki at sleppa upp á sjálvt rekkverkið.