Skelting
Vágar:Tað stendur framvegis á ferðsluskeltum bæði í Vágum og í Norðurstreymoy, at ferja siglir um Vestmannasund. Hóast tað líður væl á fimta mánað, síðan siglingin helt uppat.
Hóat tað nærkast fimm mánaðum síðan, Vágatunnilin lat upp, og ferðslan varð beind burtur av Oyrargjógv, vísa ferðsluskeltini, ið eitt nú fremmandafólk, sum koma um flogvøllin, síggja, at siglast skal ella kann um Vestmannasund av Oyrargjógv.
Fólk í ferðavinnuni hava víst á tað óhepna í, at fremmandafólk, sum kanska ikki hava fingið nóg neyvar uplýsingar heimaífrá, kunnu koma út fyri at koyra norður á Oyrargjógv at seta seg at bíða eftir ferjuni í teirri trúgv, at hon framvegis siglir.
Ein teirra, sum hevur víst á hendan møguleikan, sigur, at kemur fremmant ferðafólk eitt nú við flogfari og leigar sær bil á flogvøllinum, kann tað skjótt enda við, at hann stendur einsamallur á Oyrargjógv og undrast á, hvat verður av ferjuni.
Tí við flogvøllin eru skelti, sum vísa til, at so og so nógvir kilometrar eru til Havnar. Ávegis skal koyrast til Oyrargjáar, har skeltið sigur frá, at ferja er.
Sama skilið er aftur í Sandavági. Har er eisini skelti, sum vísir til ferju á Oyrargjógv. Og tá so komið verður noðrur á Fútaklett, stendur eitt skelti við vegin, sum vísir á, at her verður sneitt av til Oyrargjáar.
Hinumegin er ikki mætari, vísir sama keldan á. Víst verður við skeltum til flogvøllin. Men saman við skeltum til Vestmanna. Og við tunnilsmunnan í Leynum stendur bara Vágar, men einki, sum vísir til, at her skal sneiðast av fyri at náa flogvøllinum.
Og í Vestmanna er verri enn á Oyrargjógv, tí har liggur í løtuni Ternan beint við skeltini, sum framvegis vísa, at her skal farast, tá ein skal við ferju vestur í Vágar, har flogvøllurin er.
?Í Vestmanna kunnu frammandafók, sum ikki er nóg væl upplýst, so verða standandi og bíða, til portrið fer niður, vísir keldan á.
Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur, sigur, at har eru tey greið um trupulleikan. Og hann viðgongur samstundis, at talan er um forsømilsi, at hesi skeltini ikki eru niðurtikin.
Tó er tað ikki so, at tey bara skulu takst burtur, Tað skulu nýggj setast uppaftur. Eitt nú eru vegalongdirnar millum Vágar og restina av landinum broyttar, nú ikki verður koyrt eftir Vestmannavegnum.
Men tað er ikki Landsverkfrøðingurin einsamallur, sum viðgerð slíkt. Tað skal fyri í Landsferðslunevndini, har millum onnur løgreglan og Bilefirlitið eisini eru umboðað, vísir landsverkfrøðinguin á.
Men hann váttar tó, at tað verður heilt skjótt, at skeltingin verður broytt.