Skeltið á Óðinshædd koppaði í morgun

Um 9.20-tíðina í morgun fekk løgreglan fráboðan um, at stóra handilsskeltið á Óðinshædd var koppað.

Um 9.20-tíðina í morgun fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at stóra handilsskeltið á Óðinshædd var koppað.

 

- Tað var ein, sum gekk fram við, júst tá skeltið koppaði, ið boðaði frá. Vit boðaðu Tórshavnar Sløkkiliði, sum vit hava avtalu við, frá, og teir fóru á staðið.

 

Vakthavandi heldur ikki, at tað var so ógvuliga nógvur vindur, tá skeltið koppaði, men tað kann hava verið loysnað í vindinum, sum verið hevur um dagarnar.