Í hesum døgum har valstríðið leikar á, eru nógv skelti og nógvar lýsingar at síggja ymsastaðni, og tað fer bara at økjast so hvørt sum valið nærkast. Spurningurin er so í hvønn mun hesi skelti órógva ferðsluna.
Eitt skelti í høvuðsstaðnum, sum kann verða nevnt í hesum sambandinum, er skeltið, sum stendur við krossin til Eystara Ringveg. Hetta skeltið hevur staðið har í mong ár, og mong hava fleiri ferðir havt fyri, at tað órógvar ferðsluna. Nevnast kann eisini, at hetta vegamótið helst er eitt av teimum, har mest ferðsla er í øllum landinum.
Júst í omanfyrinevnda vegamóti, kann tað órógva ferðsluna, um eitt skelti hongur har.,
? Talan er her um eitt kompliserað vegamót, sigur Jón Kragesteen. Og hann leggur afturat, at tá eitt ting so kemur afturat umframt nógvu ferðsluna, sum bilførarar fyrihalda seg til, so er ongin ivi um, at tað ikki ger støðuna betur á hesum vegamótinum.
Hinvegin sigur hann, at tá talan er um eitt øki, har ljóskurvar eru, er tað ikki heilt tað sama.
? Tá standa bilarnir stillir, og tá tú fært koyrt, er tað ongin annar, sum kann koyra, so tá er tað avgjørt minni kompliserað, sigur hann.
Kanning staðfestir vandan
Í Danmark eru kanningar gjørdar um hetta vandamálið. Jón Kragesteen vísir til eina kanning, sum varð gjørd á fýra vegamótum í Keypmannahavn.
Kanningin staðfestir týðuliga vandan við skeltum á hesum vegamótum. Kanningin fevndi um seks dagar á fýra vegamótum við rulluskeltum og seks dagar á sama vegamóti bara við ongum skeltum.
Kanningin fór fram á tann hátt, at ferðslan varð eygleitt hesar dagarnar og kannað varð, hvussu ofta bilførarar komu óvilliga í eina vandamikla støðu í ferðsluni. Og niðurstøðan var greið.
Talið av vandamiklum støðum øktist munandi í teimum tíðarskeiðunum, har rulluskeltini stóðu uppi. Munurin var serliga stórur á tí eina vegamótinum fyri seg og øllum tilsamans.
Samlað økist talið á vandamiklum støðum við 48 %, har rulluskeltini standa uppi í mun til, tá tey ikki eru har.
Hetta er sostatt ein týðulig staðfesting av, at skelti órógva ferðsluna. Áðurnevnda skelti hevur sum sagt staðið har í fleiri ár, men tað kundi kanska verið áhugavert at gjørt eina líknandi kanning, sum varð gjørd í Keypmannahavn við tað vegamótið og fingið staðfest, um tað órógvar teir mongu bilførararnar, sum koyra har hvønn dag.