Tórshavnar kommuna fór herfyri undir neyva skelting í kommununi. Ætlanin er, at skeltingin skal lýsa umhvørvið við korti, generellari søgu og upplýsing.
Skeltini verða sett upp í Norðra- og Syðradali, Kollafirði, á Velbastað, í Kirkjubø, Koltri og Hesti, umframt í Kaldbaksbotni, Kaldbak og á Hvítanesi – og eru flestu skeltini nú sett upp.
Myndin, sum er av heimasíðuni hjá kommununi, er tikin í góðveðrinum í gjár, tá menn frá vegadeildini settu skelti upp í Norðradali.