Virki og vørur
Verkstaðurin tekur sær av skeltum og stórum prentlutum annars. Eitt øki, ið veksur alsamt í Føroyum. Her tosa vit um dekoratión av bilum, bussum, handilsfasadum, fótbóltsvøllum, framleiðslu av básum til handilsstevnur o.a.m. Bara hugflogið setur mørk vísir stjórin á Reproz, Erling Eidesgaard á.
-Vit hava stovnað verkstaðin fyri at tryggja høga góðsku allan vegin. Av tekniborðinum til húsafasadina. Vit ganga sera høgt upp í myndagóðsku á prentlutum. Eisini teimum stóru. Tí var neyðugt at taka hetta stig.
Tey hava so stovnað verkstaðin fyri at kunna veita kundunum eina heildartænastu, har tað ber til at stýra góðskuni allan vegin. Kundin skal fáa alt tað honum tørvar í hesum sambandi á einum ogd sama stað, nevniliga í hølunum hjá Reproz á Grønlandsvegi í Havn.
Hvat skeltumtil uttandura brúk viðvíkur verða tey oftast laminerað, so at tey tola veður og vind. Tey prenta so eisini á stoff. Og støddirnar kunnu vera sera ymiskar, frá øl- og sodavatnsetikettum (klisturmerkjum) til húsafasadir.
Nýggi skeltaverkstaðurin heldur til í niðastu hædd í bygninginum hjá Reproz á Grønlandsvegi 38.










