KÍF - H71 32-22 (16-9)
Føroyameistarnir úr H71 vóru á vitjan í Kollafirði í kvøld, tá ið teir skuldu spæla sín fyrsta dyst í Okkara deildini.
Lítil ivi var um at H71 var favorittur, og ósigurin hjá KÍF í vikuskiftinum gjørdi ikki hendan leiklutin minni. Kollfirðingar fegnaðust tó um nýggi bakkurin, Borko Cupara, slapp at spæla sín fyrsta dyst, og hann fekk ein stóran leiklut í dag.
H71 legði eisini væl út, nógv tóktist at eydnast hjá teimum, men KÍF fylgdi væl við. Men bráddliga fingu kollfirðingar yvirvágna. Verjan stóð sterk, málverjin tók og í álopin fór av álvara at bragda. Borku Cupara sendi kraftmikil skot í málið, og hendan hóttanin gav størri pláss til hinar leikararnir, ið nú lýstu av sjálvsáliti.
KÍF økti upp í hálvleiksstøðuna 16-9, og høllin í Kollafirði kókaði tá ið leikararnir fóru til hálvleiks.
Spenningur var um hvussu H71 fór at svara aftur, men tað gjørdu teir ongantíð. Alt helt fram at riggað hjá KÍF, og teir nýttu seinna hálvleik at prógva at úrslitið var orsakað av góðsku hjá sær, og ikki at H71 spældi illa.
H71 royndi í vónloysi at mansverja Borko Cupara, men hetta loysti KÍF væl, so at bæði liðini ásannaðu at dysturin var avgjørdur stutt inni í seinna hálvleiki. H71 gav møguleikar til óroyndar leikarar, meðan KÍF herjaði á fyri at gera eyðmýkingina fullkomna.
Tað varð hon í seinasta sekundinum, tá ið Niklas Reginson gjørdi støðuna til 32-22, og heimaáskoðararnir kundu fagna leikarunum hjá sær fyri eitt framúr flott avrik.
Málskjúttar hjá KÍF:
Borko Cupara 13, Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Ási Dam 4, Poul F. Egholm 4, Atli L. Hammer 3, Teitur Joensen 2, Niklas Reginsson 1,
Málskjúttar hjá H71:
Sigmundur Nolsø 4, Rúni Vest Højgaard 4, Leivur Mortensen 4, Vilhelm Poulsen 3, Andrias F. Gaard 2, Boas Heinesen 2, Brandur Halgirsson 1, Djóni Gaard Joensen 1,