Skelkur í HB: Teit skaddur

Tað er ein møguleiki fyri, at Teit Jacobsen hevur spælt sín seinasta dyst fyri HB í eina tíð

Í HB halda tey ondini í løtuni, eftir at Teit Jacobsen mátti skiftast út við knæskaða í 1-0 sigrinum á Suðringum í Trongisvági sunnudagin. Fyrstu meldingarnar siga, at talan kann vera um álvarsaman skaða.

 

- Teir vænta, at krossbandið er farið, men tað kann ikki staðfestast fyrr enn eg havi verið í MR skannaranum, sigur Teit Jacobsen, ið fyribils er við gott mót.

 

Hann er í løtuni útleigaður frá Sønderjyske til HB, har hann hevur gjørt góðan mun. Hann hevur fleiri ferðir verið á liðnum hesa vikuna hjá ÍtróttarSosialinum. HB hevur eisini fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið, og liggur á øðrum plássi.