Fíggjarstjórin í Barcelona, Xavier Sala, sigur seg als ikki skilja, hvussu Real Madrid hevur ráð til at keypa spælarar fyri higar til 1,2 milliardir. Florentino Perez, forseti í Real Madrid, sigur, at hann íalt roknar við at brúka 2,25 milliardir, men hesum trýr Sala snøgt sagt ikki. – Hann sigur, at hann vil selja spælaratroygjur, fyri at vinna peningin aftur. Men so skal hann selja 30 milliónir troyggjur, og tað ber ikki til. So eg haldi, at tað hevði verið áhugavert, um Perez kundi upplýst, hvaðani peningurin kemur, sigur Sala.