Í kjalarvørrinum av stóra sorgarleikinum í Miðjarahavinum sunnudagin, har yvir 900 flóttafólk lótu lív, tá lítla fiskifarið, tey vóru á, koppaði, er stórt trýst lagt á ES-londini at gera meiri fyri at bjarga teimum, sum seta lív sítt í váða fyri at náa Evropa.
- Umboð fyri Amnesty hava fleiri ferðir og í fleiri ár arbeitt fyri, at londini í Evropa fara saman um at styrkja tilbúgvingina í ES og taka felags ábyrgd. Okkurt má setast í staðin fyri Mare Nostrum, tí tað er neyðugt við skipum, sum eru á varðhaldi í økinum, og tað er avgerandi, at tilbúgvingin hevur heimild at gera leitingar- og bjargingararbeiði. Italia megnar hetta ikki einsamalt, og tí mugu hini ES-londini taka felags ábyrgd og hjálpa Italia fíggjarliga, greiðir aðalskrivarin í Amnesty International Føroya Deild, Katrin á Neystabø, frá.
Mare Nostrum bjargingartiltakið hjá Italia varð niðurlagd í fjør, men italska sjóverjan sær tað enn sum sína skyldu at bjarga øllum, sum eru í neyð á havinum. Tískil halda italsk sjóverjuskip á at ferðast í økinum millum Italia og Norðurafrika í leitan eftir flóttafólkum. Í fjør bjargaði italska sjóverjan 150.000 flóttafólkum í Miðjarahavinum.
Higartil í ár hava 2500 fólk latið lív á ferð síni norður um Miðjarahavið. Seinasta sunnudag lótu 400 fólk lív, tá ein bátur sakk. Í gjár druknaðu yvir 900. Aftur í dag hevur italska sjóverjan fingið neyðarkall frá neystøddum bátum, sum eru í ferð við at søkka. Sigst, at 400 flóttafólk vóru umborð á einum teirra. Italska sjóverjan sigur, at onkran dagar fáa tey so nógvar sum 20 neyðarróp frá bátum við flóttafólki.
200.000 sita á norðurstrond Libya og bíða eftir møguleikanum at ferðast tvørturum. Higartil í ár hava 60 prosent fleiri roynt túrin, enn um sama mundi í fjør.
Katrin á Neystabø vísir til tað, sum verkætlanarleiðarin hjá Amnesty fyri Evropa og Asia, John Dalhuisen, sigur:
- Tað, sum vit vitna í Miðjarahavinum er ein menniskjaskapt tragedia í einum skelkandi lutfalli. Hesi seinastu deyðsfallini eru skelkandi, men ikki óvæntað. Hóast handilsskip og teirra manning djarv hava roynt at typpa holið, sum áhaldandi mangulin av servandum bjargingartoymum hevur skapt, so eru hesi skip ikki bygd, útgjørd ella vand til sjóbjarging. Nú er tíðin komin hjá stjórnunum í Evropa at taka ábyrgd og skjótast seta á stovn eitt fleirtjóða samskipað bjargingartiltak fyri at bjarga lívum í Miðjarahavinum.
- Amnesty tekur undir við orðunum hjá Læknum uttan landamørk um, at tey gerast ikki færri, sum velja hesa vandaleið, hóast vandin at doyggja økist. Støðan, sum hesi menniskju eru í, er so vónleys, at tey velja hesar vandaferðir, tí hetta er teirra einasti møguleiki. Tey eru kroyst avstað, sigur Katrin á Neystabø.
Les meiri um vanlukkuna í Miðjarahavinum í Sosialinum, sum kom út í sølubúðirnar í kvøld.