Jákup Petersen, yvirlækni
Fyri tveimum vikum síðani fór landsstýrismaðurin í kríggj, orsaka av eini væl und--ir-byggdari greinarøð frá mær. Hesaferð sær hann fyri sær skotriðir bæði móti verk-um og byggningum og kem-ur við illa undirbyggdum end-ur-tøk-um av gomlum skeiv-um pástandum.
Stríðsfúsin landsstýrismaður
Tað er helst óvanligt, at eitt land eigur ein so krígs-hug-að-an landsstýrismann. Í staðin fyri at koma við sakligum grundgevingum kastar hann seg á hestbak og fer í kríggj. Fyrst herjar hann á meg og síðani langt inn á Landssjúkrahúsið og høggur niður bilsnar yvirlæknar. Tá hetta er gjørt, krevur hann sakligar grundgevingar. Og sum fyrimynd fyri sak-lig-um grundgevingum, so á-kær-ir hann meg fyri at hava tømt eina byrsu inn í sjúklingahotellið í Keyp-mann--a-havn. Hetta við kríggj og byrsum fyllir óivað eitt stórt pláss í hansara hug-aheimi.
Sjúklingahotellið
Tað sum Hans Pauli Strøm og fleiri við honum ikki skilja er, at brævið varð ein læknafaklig meting av við-ur-skiftunum í samband við skúklingahotellið. Svarið frá leiðaranum broytir onki við tað læknafakliga, sum hon hvørki hevur innlit í ella før-leika at meta um.
At hon harafturat kemur við persónligum ákærum og briksli mót mær, styrkir meg bert í trúnni um, at tað er nakað rúkandi galið við hug-burðinum í skipanini og, at hesin hugburður kann hava funnið sær veg inn í Almanna- og Heils-u-mál-a-ráðið. Hinvegin gerst tað alt vanligari í Før-oy-um, at ignorantar gera lækn-a-fakligar metingar, sum ein síðani hevur møguleika, at brúka ella misbrúka.
Sær álop á áljósum degi
Eitt sindur longri frammi í greinini fer lands-stýr-is-mað-urin í verjustøðu við at siga, at hann ikki kundi lata grova álopið á før-oyska sjúkrahúsverkið fara aftur við borðinum. Hvat fyri álop? Enn hevur lands-stýrismaðurin ikki svarað nøkrum álopum – tí tað eru ikki nøkur álop. Eg havi lagt fram mína meining, og grundað tað á tøl, sum ein-hvør kann granska. Tað er sostatt upp til einhvønn borgara í hesum landinum at hyggja eftir teimum tølum, eg havi lagt fram og gera sínar egnu metingar. Hetta er sostatt ført fram sakliga og opið.
Álopini eru komin frá Hans Paula Strøm. Og hava tey ver-ið merkt av ósakligheit og hótt-anum. Tað finnst skjótt ikki eitt stykki í greinunum hjá landsstýrismanninum, sum ikki eru heft við stórum mis-skiljingum og grovum feilum.
Grundleysar ákærur
Heilt stutt kann eg nevna, at landsstýrismaðurin leggur meg undir at serstakliga á-kæra Landssjúkrahúsið fyri at søpla pening burtur. Tað sum eg skrivaði varð at:
“Seinastu 10 árini er játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús vaks-in við umleið 5 mió. kr. Játtanin til Suðuroyar Sjúkr-a-hús er vaksin við umleið 10 mió. kr. meðan játtanin til Landssjúkrahúsið er vaksin við knøppum 60 mió. kr.
Harafturat er utt-an-lands-kontoin vaksin so mikið nógv, at vit nú brúka meira enn 100 mió. meira árliga til sjúkrahúsverkið enn fyri 10 árum síðani.
Hevur hesin vøkstur í játt-an-ini til sjúkrahúsverkið giv-ið ávøkstur? Ella er tað so, at hesin vøkstur sum er væl meira enn tann samlaða játtanina til bæði Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahús ikki hevur givið tað úrslit, sum politikarnir vónaðu?
Okkara sjúkrahúsverk hev-ur nú eina játtan sum er á leið við okkara grannalond. Skulu vit nú blint til at játta meira pening? Higartil hevur økt játtan frá politikarum har-afturat í summun førum verið brúkt til onnur endamál enn ætlað varð.”
Soleiðis onki álop á sjúkr-a-húsverkið og púrt onki álop á Landssjúkrahúsið.
Harafturat kemur lands-stýr-is-maðurin við, at eg skal hava sagt, at sjúkrahúsverkið søplar hundratals milliónir burt-ur árliga. Tað havi eg ikki sagt. Hetta varð ikki yv-ir-skriftin eg sendi inn. Í tekstinum stendur, at tað snýr seg um 100 mió kr. Og tað havi eg undirbyggt sera væl.
At eg í seinastu grein brúkti tølini hjá Hans Paula Strøm fyri at vísa, at sjúkrahúsverkið, eisini við hansara tølum, varð yv-ir-fíggjað, er á ongan hátt at skilja soleiðis, at eg eri ging-in burtur frá mínum tølum. Men heldur ikki hetta skilur landsstýrismaðurin.
Afturat hesum kemur lands-stýr-is-maðurin við tí pá-standi, at eg skal hava sagt, at hækkingarnar til Lands-sjúkrahúsið eru burt-ur-spiltur pengar – tað er sum at blaka pengar út gjøgnum vindeyga. Hvar havi eg skriva tað? - Tað sum eg skriv-aði varð:
“Tveita vit hvørt ár 100 mió. av skattakrónum út gjøgn-um vindeygað?
Tað er helst ongin ivi um, at einhvør øking í játtanini til tað føroyska sjúkrahúsverkið eru peningur út av vind-ey-g-a-num, sum støðan er nú.”
Soleiðis onki álop á Lands-sjúkrahúsið og heldur onki álop á sjúkrahúsverkið, men ein hugleiðing um, at játt-an-arøking framyvir undir givnum umstøðum helst er burturspiltur peningur.
Eg kann ikki forða lands-stýrismanninum í at fara í hernað og taka til vápnini. Hin-vegin loyvi eg mær at hava eitt ynski um, at verða endurgivin rætt.
Sjúkrahústal einaferð afturat
Eisini hesuferð er helvtin av greinini um tal av sjúkr-a-húsum. Tað er helst ongin ivi um, at landssýrismaðurin her hevur gjørt eitt klokkureint sjálvmál. Ella fyri at verða í hansara egnu hugaverð – skot-ið seg sjálvan í fótin.
Sjálvt um prógv eftir prógv er lagt fram viðvíkjandi tali á sjúkrahúsum heldur hann fast við, hvat stendur í Nordic Statistical Yearbook. Eg kann vissa Hans Paula Strøm og hans-ara ráðgevarum um, at høvundarnir á Nordic Stat-is-tical Yearbook hava ikki hómingin av, hvat eitt sjúkr--ahús er. Men tað hevur danska heilsumálaráðið og tað hevur danski heil-s-u-málaráðharrin og tað hava finlendsku heil-s-u-mynd-ug-leikarnir og allir hesir styðja míni tøl. Hans Pauli skal fáa so nógv tøl hann ynskir í hes-um málinum, so lat meg taka eitt afturat.
Dansk Sygehus Institut – Institut for Sundhedsvæsen sum arbeiðir fyri danska Heilsustýrið og Amts-råds-foreningen letur í juni 2003 úr hondum eina rapport sum kallast “Det finske sund-hedsvæsen” ISBN 87-7488-3739. Í hesi rapport stendur millum annað at tað eru 393 sjúkrahús í Finlandi og at onk-ur av hesum eru meira at kalla fyri heilsumiðdeplar.
Hesir umleið 50 heils-u-mið-depl-arnir havi eg drigið frá í mín-um yvirliti og komi niður á tey 340 sum kunnu kallast fyri verunlig sjúkrahús. Og ikki sum Hans Pauli Strøm púra burturvið og ferð eftir ferð førir fram, at tað skulu verða 72.
At Hans Pauli Strøm set-ur seg sum dómara yv-ir tølum hjá danska Heils-u-mál-a-ráð-num og tí sum heils-u-málaráharrin hevur lagt fyri danska fólkatingið og kallar tølini heilt burturvið sigur ikki so lítið um, hvat støði Hans Pauli Strøm arbeiðir á. At banka nakað av vit og skil inn í hetta ráð verður ein torfør uppgáva.
Men lat meg gera eina roynd afturar. Um vit nú ikki fara so langt frá Føroyum og lenda í Íslandi. So kunnu vit taka nøkur fá sjúkrahús har sum eru á stødd við ella størri enn sjúkrahúsini í Fø-r-oyum.
1.
Suðurnesja Sjúkrahús hevðið í 2004: 1.700 innleggingar, 1.200 skurðviðgerðir, 211 føð-ingar og 280 starvsfólk. Sostatt nakað størri enn Klaksvíkar Sjúkrahús (KS) og Suðuroyar Sjúkrahús (SS) samanlagt.
2.
Akureyrar Sjúkrahús hevðið 3.500 skurðviðgerðir, 650 starvsfólk og líkist í mongum Landssjúkrahúsinum.
3.
St. Jósefs Sjúkhús (Sól-vang-ur) hevðið í 2004 nakað omanfyri 3.000 skurðviðgerðir og er heldur minni enn Lands-sjúkra-húsið-.
4.
Neskaup Sjúkrahús er eitt minni sjúkrahús áleið sum Klaksvíkar Sjúkrahús 92 starvs-fólk 700 skurðviðgerðir og 70 føðingar árliga. Tek-ur sær í stóran mun av kikara viðgerðum í búki og aðrastaðni. Er ann-ars høvuðssjúkrahús á Eyst-ur-land-i-num
5.
Ísafjarðar Sjúkrahús hevur ein-ar 1.000 innleggingar árliga og einar 600 skurðviðgerðir og 70 føðingar. Er soleiðis á hædd við SS.
6.
Sauðárkróki Sjúkrahús hev-ur 82 sengur, hevur 40 føðingar árliga, og eitt virki sum svarar til SS.
7.
Landsspitalið er føroyingum væl-kent. Tað er umleið 4 ferðir so stórt sum Lands-sjúkr-a-húsið
8.
Suðurlands Sjúkrahús hev-ur árliga umleið 1.000 skurð-við-gerðir og 200 føðingar og er sostatt umleið á stødd við KS og SS samanlagt.
9.
Akranes Sjúkrahús hevur einar 2.000 skurðviðgerðir og 200 føðingar árliga og er í stødd millum KS og Lands-sjúkrahúsið.
Soleiðis kundi eg hildið á men eg meti, at fólk skilj-a hvat eg meini. Tað er púra burturvið sum lands-stýr-is-mað-urin einvíst heldur upp-á, at tað skulu verða 3 sjúkr-a-hús í Íslandi. Mítt tal sum er 27 fer at verða á góðari leið.
Um tað bert eru 3 sjúkr-a-hús í Íslandi so er bert eitt ella onki í Føroyum. Um tað bert eru 72 sjúkrahús í finn-landi, so er onki sjúkrahús í Føroyum.
Hans Pauli Strøm dømir út sjúkrahús í Finlandi sum eru størri enn Landssjúkrahúsið og kallar tey heilsumiðdeplar. So mikið um evnini hjá Nor-dic Statistical Yearbook, at koma við tølum sum kunnu samanberast og so mikið um evnini hjá Hans Paula Strøm, at fáast við hagtøl og sjúkrahús.
Tað er skelkandi, at ein lands-stýrismaður kann stoyta eina sovorna lortaspann nið-ur yvir høvdið á mær, sam-stund-is sum hann styðjar seg á tøl sum eru heilt burturvið og endurgevur meg skeivt.
Eg fari tí at taka undir við landsstýrismanninum, at tørvur er á sakligheit og konstruktivum anda.
9. apríl 2007