Hesin lógloysis andin, ið blæsir inn yvir okkum, verður av mongum politikarum hálovaður við hugtøkum sum frælsi, rúmligheit, litríkari samfelag o.s.fr.
Hvussu ber tað til, at vit føroyingar, við Tjóðveldi á odda, altíð skulu apa okkum eftir ”donskum kulturi”, heldur enn at sláa manngarð um egna mentan, sum hevur givið okkum so ótrúlig virði?
Fyri stórthundrað árum síðani var eingin, við eitt sindur av skili, sum helt at føroyska málinum varð lív lagað. Onkur royndi at samla nøvn og orð at goyma sum fornminni – føroyska málið var deyðsdømt! Men so hendi undrið, sum gjørdi øllum spádómum til skammar.
Sum perlur á snóri komu fosturlandsvinir, -yrkjarar og søguskrivarir fram og vit fingu Songbók Føroya fólks, tjóðsangin og aðrar dýrgripir. Hvar kom íblásturin frá?
Er tað nøkur sjálvfylga, at eitt lítið land, sum Føroyar, hevur egið mál, egna mentan, egnan tjóðsang og egið flagg? (hóast tað skuldi ein heilur heimsbardagi til fyri at fáa tað viðurkent)
Tvær umsetingar av bíbliuni á føroyskum máli. Trý føroysk útvarp o.s.fr.
Hvar er alt komið frá? Hvør hevur verið drívmegin?
Hvussu mundu Føroyar sæð út, um málið fór og vit tosaðu ”bornholmskt” t.d.?
Høvdu vit verið ein tjóð?
Nei, góð mentan er sum saltið, ið heldur rotinum burtur!
Og hjúnarbandslógin, í verandi líki, er ein av hornasteinunum undir okkara ríku mentan.
Aftur til byrjanina
Fólk mega hava sítt kynslív í frið fyri samfelagnum, so leingi tey ikki gera seg inn á onnur.
Ein og hvør skal hava frítt at taka avgerðir í egnum lívi undir egnari ábyrgd.
Men tá ið eitt miðvíst arbeiði verður gjørt, at niðurbróta samfelagsnormar, mentan og bygnað okkara – at fáa lógarverk okkara at stempla tað ónormala, sum normalt, við lógum, ið greitt bróta við lívfrøðina, og sum eru ein háðan ímóti Skaparanum. Tá tali eg at!
Og vónandi eru fleiri við mær.
Hetta verður eitt lagnuval fyri Føroyar – og tín atkvøða hevur stóran týdning.
Tann, ið ikki sær skriftina á vegginum nú, er starblindur !
Venda vit ikki gongdini og seta Gudloysinum stólin fyri dyrnar, so er slagið um Føroyar tapt. Og ein varði fyri og annar eftir (harímillum tjóðsangurin) verður niðurlagaður.
Sum prestarnir siga, tá teir lýsa fyri brúðarpørum: ”hevur tú nakað at mótmæla, so sig tað nú ella tig í alla framtíð!”
Eg mótmæli harðliga – vilt tú hjálpa mær ?
Fyri Gud og fosturlandið