Skelkandi líkasæla

Eitt er, at okkara politikarar ikki megna at orða ein miðvísan mentanarpolitikk. Verri er tað, at teir heldur ikki duga at virða listarliga dygd, tá teir beinleiðis fáa hana borðreidda, heldur Carl Jóhan Jensen, rithøvundur


- Hvønn mentanarpolitikk?

Carl Jóhan Jensen hyggur spyrjandi, tá hann verður spurdur, hvat hann heldur um føroyska mentanarpolitikkin seinnu árini. Sambært honum hava vit als ongan mentanarpolitikk havt í hesum landinum øgiliga leingi, og tað er í grundini ikki so løgi.

Fyri at kunna reka ein mentanarpolitikk, mást tú hava eina meining um mentan, og tað hava føroyskir politikarar ikki. At taka støðu til mentan elvir ofta til stríð, og tí halda føroyskir politikarar seg langt burtur frá tí kjakinum. Sitandi mentamálaráðharri hevur jú eisini útmerkað seg sum ein, ið skíggjar ósemjur av øllum slag, minnir Carl Jóhan Jensen á 



G! og Listastevna? – koyr á bøin

Avleiðingar av mentanarliga hugsjónarloysinum síggja og hoyra vit í orðsins sanna týdningi hvønn dag. Tað er ein av orsøkunum til, at Kringvarpið lítið og onki hevur at bjóða hyggjarum og lurtarum. Ongin veit hví, stovnarnir skuldu leggjast saman, og enn minni hvussu tað skuldi bøta um innihaldið. Sum so ofta í føroyskum politikki, bíða vit her nú bara eftir eini veruligari gølu, sum møguliga fær onkran politikara at rakna við, sær Carl Jóhan fyri sær.

Eitt er, at okkara politikarar ikki megna at orða ein miðvísan mentanarpolitikk. Verri er tað, at teir heldur ikki duga at virða listarliga dygd, tá teir beinleiðis fáa hana borðreidda, heldur Carl Jóhan

- Hví spyr ongin, hvar Listastevnan bleiv av? Har stóð tað politikararnum í boði at bjarga einum av størstu mentanarligu frambrotunum í nýggjari tíð, men teir valdu at yppa øksl. Sjálvt um hon langt síðani hevði prógvað sína dygd, hoyrdu vit bara dunið av eini larmandi politiskari líkasælu, tá stevnan fór av knóranum, sigur Carl Johan, sum stúrir fyri, at G! nú fær somu lagnu. 



Dygdin svíður

Carl Jóhan er eisini farin at óttast fyri, at vantandi politiski áhugin fyri listafólkum fer at skaða listarligu dygdina sum frá líður.

- Nógv føroysk listafólk seta sær høg mál, ongin ivi um tað. Hinvegin má tað fáa avleiðingar, at eitt listafólk allatíðina má átaka sær annað arbeiði fyri yvirhøvur at kunna liva, sigur Carl Jóhan, sum undrar seg yvir, at ongin politikari roynir at skora sær nakrar atkvøður uppá at tryggja listafólkum sømiligar umstøður.

- Vit kundu byrja við at givið eini 20 listafólkum, sum longu hava prógvað eina ávísa dygd, minstuløn í eitt áramál. Tað hevði kostað eina tvær til tríggjar milliónir, so tað átti at kunna latið seg gjørt, sigur Carl Jóhan, og vísir á, at slíkar skipanir longi hava veri í eini fastari legu í bæði Íslandi og Norra.

- Tað ger onki, um føroyskir politikarar ikki hava megnað at fingið hugskotið sjálvir – teir kunu bara lána tað frá øðrum, sum teir eru vanir, skjýtur Carl Jóhan Jensen upp.