Krepoa
? Syðra helvt í Suðuroy er í kreppu. Svárari kreppu. Tað er tað ongin ivi um.
Rói Hjelm, formaður í vinnuráðnum í Suðuroyar syðru helvt, sigur, at hetta økið í landinum ekur á knøunum.
Aftur nú!
? Støðan í syðru helvt í Suðuroynni er so álvarslig, at tiltøk mugu setast í verk beinanvegin fyri at bjarga økinum, sigur hann.
Í útvarpinum í farnu viku, var samrøða við tveir búskaparfrøðingur. Annar rópti varskó um eina djúpa kreppu. Hin slættaði sjógvin og segði, at talan var bara um sveiggj í búskapinum og at ongin kreppa var á veg.
Formaðurin í Vinnuráðnum í Suðuroyar Syðru helvt, er ikki treytaleyst samdur við tí seinna búskaparfrøðingin.
? Tað kann vera, at tað ikki sær so galið út í Føroyum sum heild. Men tað ber ikki til at meta allar Føroyar undir einum. Tað ber ikki so frægt sum til at meta alla Suðuroynna undir einum.
? Og verða Føroyar tiknar øki fyri øki, er rættiliga stórur munur á, hvussu støðan er. Og tað skerst ikki burtur, at hóast tað eru færri enn 10 ár síðani tað stóru kreppuna, er longu aftur talan um sera djúpa kreppu í Suðuroyar syðru helvt, sigur Rói Hjelm.
Vinnuráðið í Suðuroyar Syðru helvt er júst í ferð við eina kanning um støðuna í Syðru helvt í Suðuroy. Hann hevur kannað arbeiðsloysið og hann hevur eisini kannað nøkur høvuðstøl fyri vinnulívið í økinum.
Og tað skerst ikki burtur, at úrslitið er sera dapurt.
? Ein sama slag kanning varð gjørd fyri einum ári síðani, men nú er støðan munandi versnað.
Rói Hjelm sigur, at nú er arbeiðsloysið í suðuroyar syðru komið heilt upp á 12,4%.
? Tá eru tey í fiskavirkisskipanini og tey, sum eru dottin úr ALS, ikki við.
Sostatt eru 192 fólk í syðru helvt skrásett at vera tøk á arbeiðsmarknaðinum.
Til samanberingar kann nevnast, at í suðuroyar norðaru helvt, er arbeiðsloysið 4,3%.
Í Suðuroyar Norðaru helvt eru nøkur og sjeyti fólk arbeiðsleys.
Í øllum Føroyum er arbeiðsloysið 3,4% í miðal.
Sostatt er støðan í norðaru helvt í Suðuroy verri enn í landinum annars. Men í Syðru helvt í Suðuroy er hon so nóvar ferðir verri.
80% minni í lønum
Formaðurin í vinnuráðnum í Suðuroyar Syðru helvt hevur eisini kannað, hvussu nógv tey ymsu stóru framleiðsluvirkini í økinum hava goldið í lønum.
Hann hevur spurt virki fyri virki um, hvussu stórar útreiðslurnar til lønir vóru fyrsta ársjfórðing í ár og so hevur hann framskrivað tøklini fyri alt árið.
?Úrslitið er rætt og slætt skelkandi. Heldur hendan støðan fram, tað, sum er eftir av árinum, verða útreiðslurnar til lønir heili 80% (áttati prosent), minni enn tær vóru í 2002.
? Sostatt hava tey stóru framleiðsluvirkini í Syðru helvt í Suðuroy eina afturgongd uppá skakandi 80% ímeðan landið annars hevur eina framgongd.
Samstundis skal havast í huga, at tá eru tímalønirnar enntá hækkaðar eini 9%.
Hann sigur, at hesa seinastu tíðuna eru fleiri av framleiðsluvirkjunum afturlatin.
hann envnir alingina sum dømi
? Í 2002 vóru 220 heilársverk í alivinnuni.
? Nú eru 13 ársverk eftir!
Rói Hjelm sigur, at enn er støðan í Vági ikki heilt so ring, sum hon var í kreppuni í nítiárunum.
? Nú hava vit, hóast alt, Als, sum loftar teimum, sum missa arbeiðið.
Hinvegin er onki at taka seg aftur í, at verður ikki okkurt gjørt beinanvegin, kann støðan skjótt gerast enn verri enn hon var í nítiárunum, tí tá vóru hóast alt fleiri skip á fjørðinum, enn tað eru nú og tá komu eisini tey smáu fiskavirkini í Vági, og tá var eisini alivinnan í Suðuroy.
Men nú eru at kalla øll fiskavirkini hildin uppat aftur og alivinnan liggur mestsum still, í hvussu so er eina tíð afturat.
Kreppufundur í Vági
Rói Hjelm sigur, at tá ið kanningin er liðug, er ætlanin at skipa fyri kreppufundi í Vági.
Har er ætlanin at fáa politikarar av ymsum slagi suður at umrøða støðuna.
? Tað er greitt, at hóast framtøkini skulu fostrast í økinum, er syðra helvt í Suðuroy nú so niðurundirkomin, at tað má eisini ein politisk loysn, so gongd aftur kann setast á ein framburð.
Tað merkir, at tað slepst ikki undan onkrum, serligum politiskum stuðuli fyri at fáa syðru helvt í suðuroyar syðru helvt uppundan aftur.
Rói Hjelm sigur, at tá fer vinnuráðið eisini at leggja nøkur uppskot fram, fyri, hvussu syðra helvt í Suðuroy kann fáast á føtur aftur.
Hann vil ikki nevna nøkur ítøkilig uppskot enn.
Men tað er sannlíkt, at hugskotið um at stovna ein Suðuroyargrunn at stuðla vinnuligum tiltøkum, fer at verða sett framaftur.
? Í valstríðnum haldi eg at tað bara vóru umboðini fyri tjóðveldisflokkin, sum ikki lovaðu at seta ein suðuroyargrunn á stovn. Allir hinir flokkarnir beinleiðis lovaðu veljarunum í Suðuroy, at ein slíkur grunnur skuldi setast á stovn fyri at sparka lív aftur í Suðuroynna.
Hann sigur, at fólk í syðru helvt í Suðuroy hava ymisk hugskot um vinnulig tiltøk, sum kunnu setast í verk.
? Men tað, sum trot er á í stórum, tað er vágafúsum pengum.
Rói Hjelm minnir eisini á, at tá ið samgongan varð skipað, kunngjørdu politikarar úr samgonguni, at ein skjótt arbeiðandi bólkur skuldi setast beinanvegin, at gera uppskot um, hvørji tiltøk kundi setast í verk fyri at fáa Suðuroynna á føtur aftur.
Í hesum bólkinum skuldi eitt umboð vera fyri hvønn av teimum trimum samgonguflokkunum, javnaðarflokkinum, sambandsflokkinum og fólkaflokkinum.
Men hann sigur, at enn hava teir onki hoyrt aftur til hendan bólkin.
? Enn hevur vinnulívið í syðru helvt í Suðuroy so als onki hoyrt til hendan bólkin, sigur Rói Hjelm.
Í vinnuráðnum fyri syðru helvt í Suðuroy eru Rói Hjelm, formaður, Helgi Christiansen er næstformaður, Alex Vilhelm er kassameistari, Marita Vestergaard er skrivari og Arni Brattaberg og Ebba Vágsheim eru nevndarlimir.