Skelkandi burturmista dagbókin hjá dr. Cornelius van Helsing

Er vampýrurin, sum øll hava hildið verið deyðan, endurrisin? Tá ið gamla bókasavnið hjá Gustavi de Wollf verður granskað, kemur óhugnalig søga um eina ferð til Transylvania undan kavi.

Sagnir um vampýrar eru at finna í mongum útgávum bæði á mannamunni, sum skrivligt tilfar, filmar, teknirøðir og sjónvarpsrøðir. Kendast man vera søgan um Dracula eftir Bram Stoker, sum kom út í 1897 og er um professaran Abraham van Helsing, sum leitar eftir vampýri.

Í bókini, sum Bókadeildin gevur út, eitur vampýrajagstrarin Cornelius van Helsing. Hann hevur sæð beiggja sín vikna meira og meir eftir at vera heimkomin av ferð í Transylvania, har hann saman við øðrum hevur funnið og dripið Dracula greiva.

Ella ? tað heldur hann, tí van Helsing er vísur í, at vampýrurin er endurrisin og saman við hjálpara sínum, Gustavi de Wolff, fer hann at leita eftir honum.

Vampýrur er ein øðrvísi, spennandi og sera óhugnalig bók. Hon er full av loynidómum og undarligum lutum, sum liggja goymdir her og har í bókini.

Hetta er ein bók, sum tú kanst lesa umaftur og umaftur. Anna Maria Reinert Jensen týddi. Vampýrurin er 30 bls. innbundin og kostar 180 kr í handlunum.