Skelkandi at hoyra Vestergaard

   

Ein skilagóður og konstruktivur politikkur í løgtinginum eigur at finna semjur í ØLLUM løgtinginum, so at rækjuflotin, inklusivt okkara nýggjasta rækjuskip, Hviltenni, verður bjargað at fiska undir føroyskum flaggi - og við føroyskari manning vinnur pening til land og fólk.
Seinastu árini hevur politiski myndugleikin vitað, at trupulleikar vóru í rækjuvinnu okkara.
Fiskimálaráðharrin eins og teir undan honum seinastu 5 árini tváa hendur. Onki kann gerast, Tjóðveldisflokkurin sigur nei. Álvaratos. Hvat er hetta fyri nakað. Skal øll rækjuvinnan fara fyri bakka, skip flagga út ella seljast, tí Tjóðveldisflokkurin sigur tað. Tað átti ikki at borið til sum politikkari at sitið afturá, ímeðan ein stór vanlukka hóttir alla okkara rækjuvinnu. Skulu vit missa øll okkara rækjuskip og vinnu til aðrar - fyri lítið og lætt.
Allarminst átti tað at verið møguligt hjá okkara fiskimálaráðharra passivt at hugt eftir, at alt fer í knús, ið er uppbygt í ártíggjur. Stór samfelagsvirði, bæði privat og almenn eru í vanda at fara fyri skeyti, um ikki nakað munadygt verður gjørt NÚ - BEINANVEGIN.
Eitt er uppskot Sambandsfloksins um FAS skipan til rækjuflotan. Tað er eitt gott uppskot.
Men er neyðugt við øðrum tiltøkum til tess at koma úr hesi ódn?.
Eg haldi, at heldur enn at nýta orku uppá yvirtøkur, ið kosta sera nógv, áttu tíð og kreftir at verið nýttar at royna at finna eina skipan, ið gjørdi, at ongin av okkara sjómonnum varð tveittur í land av okkara rækjuskipum, ið tryggja okkum tilfeingi í altjóða sjógvi. Her er talan um stór virðir, ið vit ikki hava ráð at missa.
Víðari eiga okkara skip ikki at vera nýtt at tryggja, at aðrir fáa rættindir - ið vit missa.
At søgur nú ganga, at okkara nýggjasti og besti rækjutrolari møguliga er á veg út úr flotanum, eigur at fáa Vestergaard fiskimálaráðharra at vakna og seta sær spurningin: Hvussu kann ein loysn finnast á trupulleikanum hjá rækjuvinnuni? Og tað skal gerast nú!
Hann er vælkomin at tosa við Sambandsflokkin. Og eg rokni við, at Javnaðarflokkurin eisini er til at tosa við.
Vit orka ikki at síggja at 30 - 40 - 50 ára stríð og slit fer fyri skeyti - tí Tjóðveldisflokkurin sigur nei.
Politikkarin eigur at sýna ábyrgd, og royna at tryggja at stór samfelagsvirðir ikki fara fyri skeytið.
Tí mugu vit gera nakað við okkara rækjuflota - nú.