TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr ensktmæltu sendingina hjá Rás2, sum var send fyrrapartin.
Í sendingini sum eitur "Home and Away" var Zia Ísaksdóttir úr Singapore gestur. Zia Ísaksdóttir hevur búð í Havn síðani 1999, og er í dag danskur/føroyskur ríkisborgari, og hevur enntá eitt føroyskt eftirnavn.
Tá Zia Ísaksdóttir kom til Føroya seinast í farnu øld var tað skelkandi fyri hana, at handlarnir lótu aftur so tíðliga. Í Singapore kanst tú fara til handils allar dagar í vikuni frá morgni til seint út á kvøldið. Zia heldur tó, at Føroyar hava flutt seg rætta vegin á hesum økinum.
Zia Ísaksdóttir trívist væl í Føroyum, og hon er glað fyri at starvast á Landssjúkrahúsinum. Hon skilur og lesur føroyskt, og megnar eisini at práta føroyskt, men enn mangla bendingarnar viðgongur hon.
Ráðini hjá Ziu til aðrar útlendingar, ið flyta til Føroya er at fegnast um tað góða sum er í Føroyum, vøkru náttúruna, friðin og tryggleikan, og ikki fokusera uppá tað sum ein ikki fær gjørt nakað við, sum t.d. veðrið.










