Umframt fótbóltin er svimjingin einasta ítróttagrein, sum javnan luttekur í altjóða kapping, og vit hava tí vent okkum til Jón Hestoy fyri at vita, hvussu Svimjisambandið sær upp á lýsingar fyri rúsdrekka millum ítróttafólk.
- Okkara støða er púra greið: Rúsdrekka og sigarettir hoyra ongastaðni heima sum lýsingar á ítróttabúnum, sigur Jón Hestoy.
Hann sigur, at tað er grundleggjandi bannað at lýsa við rúsandi evnum.
- Bæði Stevnumið um Rúsdrekka og Ítrótt hjá ÍSF og ásetingarnar hjá FINA (Altjóða Svimjisambandið) bannað lýsingum fyri rúsdrekka, og eg eri skelkaður av, at hetta málið er komið hartil, at sáttmáli er undirskrivaður, sigur Jón Hestoy.
Hann heldur annars, at tað eiga at vera mong onnur fólk, sum eru betri før fyri at svara upp á hendan spurningin, men fyri Svimjisambandið er hann ikki í iva.
- Tað hevði als ikki komið upp á tal í Svimjisambandinum at gjørt eina sponsoravtalu, sum á nakran hátt kann setast í samband við rúsandi løgir og evnir. Okkara bryggjar jú bara øl, og tí ber als ikki til at seta Okkara í samband við nakað annað, sigur Jón Hestoy.
Hann vil ikki annars siga so nógv um viðkomandi málið, men staðfestir bara:
- Eg skal ikki blanda meg upp í, hvussu Fótbóltssambandið handfer málið, tað er bara púra óhugsandi, at felag undir Svimjisambandið Føroya gjørdi slíka avtalu, sigur Jón Hestoy, formaður í Svimjisambandinum.