Skelkaðir kaldbaksmenn: Riflukúlur súsaðu um oyrini

Leygardagin stóðu tveir menn og prátaðu á støðni í Kaldbak, tá onkur hinumegin fjørðin knappliga lat skot av móti teimum. Kúlan, sum kom frá eini sera kraftmiklari riflu, rakti eina tunnu, ið stóð skamt ífrá monnunum

 

? Eg hoyrdi knappliga okkurt súsa framvið okkum, og síðani brast hol á eina plastiktunnu, ið stóð einar níggju metrar burturfrá okkum. Nógv vatn var í tunnuni, so tað sprændi úr holinum frá kúluni, sigur Eyðun K. Vang úr Kaldbak.

Eini trý skot vórðu tilsamans latin av, upplýsir Eyðun, ið ikki er sørt skelkaður av hendingini.

Ein annar maður, ið býr har um leiðir, ringdi til løgregluna og boðaði frá tilburðinum beinanvegin. Lógarinnar varðmenn komu á staðið, og teir arbeiða nú við málinum.

Av løgreglustøðini verður upplýst, at kúlan er send niður til Danmarkar til kanningar, so staðfestast kann, hvat skotvápn talan er um. Annars hava teir ikki nakað ítøkiligt at ganga eftir í hesum málinum.


Skutu av Sandvíkahjalla

Løgreglan væntar, at persónurin, ið hevur latið skotini av, hevur verið staddur í økinum við Sandvíkahjalla. Hesa meting hava teir gjørt sær frá leiðini, ið kúlan hevur ferðast.

Vakthavandi, ið blaðið prátaði við, sigur, at skotið hevur verið við eini ógvuliga kraftmiklari riflu, tí tað munnu vera einir tríggir fjórðingar tvørturum fjørðin á hesum teininum. Eftir øllum at døma er riflan ólóglig at hava í Føroyum, tí hon kann gera av við fólk, ið eru stødd einar fýra kilometrar burturfrá.

Hugsast kann, at alarar hava skotið kóp, ið nærkast ringunum, men hesin møguleikin er kannaður, og hetta er ikki hent í hesum førinum.


Mjørki

Eyðun K. Vang ásannar, at hesin tilburðurin kundi spælt nógv verri av, enn hann gjørdi. Um onkur teirra varð raktur, var hann kanska ikki á lívi longur.

? Vit kundu verið nógv óhepnari henda dagin. Eg hevði júst spáka framvið tunnuni, tá hon varð rakt. Tað er eingin ivi um, at onkur hevur staðið hinumegin fjørðin og skotið púra óforsvarligt, sigur Eyðun.

Ikki er greitt, um skjótarin hevur skotið til máls eftir tunnuni ella bara skotið meira tilvildarligt.

Eyðun sigur, at sýnið henda dagin ikki var gott, og at persónurin hinumegin óivað hevur havt eitt kikarasikti fyri at raka tunnua. Menninir í Kaldbak sóu einki á eystursíðuni á fjørðinum, sum kundi verið illgrunasamt.

Løgreglan sigur eisini, at mjørki var leygardagin, og tí hevur persónurin ikki kunnað sæð væl tvørturum fjørðin.