Skelkaðir grannar

Tað er bara eitt hús í millum bústaðin hjá Eyðfinni Hansen og húsið, har 61 ára gamli maðurin varð myrdur í gjár

Rólant Waag Dam

Eyðfinn Hansen býr í Mark­na­­líð í Havn, har ein mað­ur varð funnin deyður miku­­kvøld­ið. Eyðfinn varn­að­ist bein­an­vegin, at okkurt var áfatt.
- Vit sóu ein hóp av løg­reglu­bilum og sjúkra­bil­um, umframt hundar frá løg­reglu­ni. So vit høvdu bein­an­vegin ein illgruna um, at okk­urt álvarsligt var áfatt, greid­di Eyðfinn Hansen frá á Rás2 hósdagin.
Tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn grannarnir frættu, hvat var hent í húsinum á Markna­líð nummar trý.
- Tað er ikki stuttligt at vera granni, tá slíkt hendur. Hetta er skelkandi, segði Eyð­finn Hansen.
Eyðfinn Hansen greiðir frá, at tey eru ikki nógv, sum búg­va á Marknalíð.
- Henda gøtan er ikki væl mann­að við fólki. Tað eru bara nøkur fá hús her, men sjálvt her kann slíkt henda. Tað er ræðuligt. Tað nýtist ikki at vera nakar stórbýur, tí sjálvt á eini lítlari gøtu kann hetta henda, førdi Eyðfinn Han­sen fram í samrøðu á Rás2.
- Eg havi als ikki sovið í nátt. Eg havi bara hugsað um hvat er hent. Eg havi hugsað um fólkini, bæði ákærda og deyða mannin.