Skelkað av Speed-sjálvmorði

Vinir, fyrrverandi liðfelagar og venjarar eru skelkaðir og standa spyrjandi, eftir at avhildni fótbóltspælarin og venjarin Gary Speed gjørdi sjálvmorð í morgun.

 

Í gjár var hann við í fótbóltssending hjá BBC og hugdi eftir dysti millum Manchester United og Newcastle. Tíðliga í morgun varð løgreglan boðsend til heimið hjá honum, og har varð staðfest, at hann var deyður – bert 42 ára gamal. Sambært løgregluni hevði hann gjørt av við seg.

 

Gary Speed hevði ein stórfingna yrkisleið sum fótbóltsspælari í Onglandi. Hann spældi við fleiri av stóru feløgunum og vann eitt meistaraheiti. Hann spældi eisini 85 landsdystir fyri Wales, var liðformaður í fleiri ár, og seinasta árið hevur hann verið landsliðsvenjari hjá Wales. Alt tóktist ganga væl hjá honum. Hann var virdur og avhildin, livdi eitt friðarligt familjulív við konu og tveimum børnum og hevði sera góð úrslit at vísa á sum landsliðsvenjari hjá Wales.

 

Vinir, fyrrverandi liðfelagar og venjarar eru skelkað av hendingini í morgun og standa spyrjandi. Gary Speed varð roknaður sum álitismaður, ein virdur og virðiligur fótbóltsspælari, sum eisini mótstøðumenn og -áskoðarar høvdu stóra virðing fyri.

 

- Eg prátaði við hann í gjár, og hann var í góðum lag. Vit prátaðu um fótbólt og dans, og vit flentu og skemtaðu okkum. Hetta er púra óskiljandi, sigur Robbie Savage, sum spældi saman við Speed og var vinmaður hansara. Tá ið Robbie Savage tosaði í eini sending hjá BBC, máttu tey steðga prátinum, tí Savage var so rørdur og fekk ikki tosa meira.

 

Álopsspælarin Michael Owen, sum spælir fyri Manchester United, búði í sama grannalagi sum Gary Speed.

 

- Eg fái meg ikki til at trúgva hesum. Vit heilsaðu uppá hvønn annan fyri nøkrum døgum síðani, tá vit koyrdu børnini hjá okkum í sama skúla. Eg eri málleysur, hetta er tragiskt, skrivar Michael Owen á Twitter.

 

Fólk, sum hava spælt og arbeitt saman við Gary Speed, hava í dag gjørt viðmerkingar á Twitter og í miðlunum, og felags fyri allar viðmerkingarnar er, at fólk hildu nógv av Gary Speed, og at tað tykist vera óveruligt og púra óskiljandi, at hann skuldi gera enda á sær.